Er tøkt her
Lestrartíð: 1 1/2 ár
Skúlabyrjan: Umleið 10. august og 25. januar
Umsóknarfreist: 15. juni og 15. desember
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:

Skipsførari

Master of Navigation

Sum skipsførari hevur tú evsta myndugleika umborð og hevur m.a. ábyrgd av at tryggja, at arbeiðsgongdir og rakstur av skipinum verður framt sambært lóggávu.

Tú hevur eisini ábyrgd av arbeiðsumhvørvi og trygdarviðurskiftum umborð, og at skipið kemur trygt fram í einum reinum havumhvørvi.

Upptøkutreytir

Upptøkukravið til skipsførara er, at tú hevur staðið útbúgvingina til skipara. Harumframt 6 mánaðir við skipum yvir 500 BT. Harafturat krevst góðkend sjón- og hoyriroynd (bláabók), sum er yngri enn 2 ár og fráfaringarroynd fólkaskúlans 9. ella 10. flokk ella líknandi.

Skúlagongdin til skipsførara tekur 1½ ár aftur at skipara, sum er 1½ ár, t.e. 3 ár til samans.

Ein lesandi við miðnámsprógvi ella hægri kann klára skipsførara upp á 1 ár.

Framtíðarmøguleikar

Sum skipsførari kanst tú vera stýrimaður ella skipari á øllum fiskiskipum og handilsskipum, ið sigla á øllum heimsins høvum.

Meiri kunning

Vinnuháskúlin – www.vh.fo

Tú kanst venda tær til Símun Poulsen, undirvísingarleiðara og lestrarvegleiðara, simun@vh.fo, 517220 ella til Karl Gregersen, undirvísingarleiðara og lestrarvegleiðara, karl@vh.fo, 787016.

Er tøkt her
Lestrartíð: 1 1/2 ár
Skúlabyrjan: Umleið 10. august og 25. januar
Umsóknarfreist: 15. juni og 15. desember
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarstuðul:
Lestrarlán: