Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 20
Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður
Tórshavn
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at geva teim lesandi fjølbroytta vitan og innlit í politisk og umsitingarlig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar, sum smátjóðir møta í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.
Á hesi útbúgvingini lærir tú um samfelagsvísindalig ástøði og háttaløg, tvørvísindi og verkætlanararbeiði, føroyskan og altjóða politikk, um stýrisskipanir, demokrati og vald, og um hvussu almennur politikkur verður umsitin og reguleraður.
Politikkur og umsiting er fyri tey, sum hava áhuga í, hvussu politikkur verður skaptur, reguleraður og broyttur.
Undirvíst verður m.a í:
Útbúgvingin er tvørvísindalig, ið merkir, at tað verður tikið støði í praktiskum søgu- og samfelagsligum viðurskiftum við stórum denti á spurdómsstýrda læring.
Tú kemur at ganga til nógvar fyrilestrar, men tú lærir harafturat sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan, ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.
Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinarnar í ávísan mun eru tær somu sum í søgu og sosialvísindum og samfelagsplanlegging.
Útbúgvingin endar við eini B.S.Sc.-ritgerð.
Treyt fyri upptøku er gymnasialt miðnám.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Við útbúgving í politikki og umsiting kanst tú millum annað starvast innan: politikk, almenna umsiting, ella á privatum fyritøkum og t.d. til at fara undir víðari lestur, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.
Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Tú kanst venda tær til lestrarvegleiðingina ssd-studvegl@setur.fo ella til Jens Christian Svabo Justinussen, útbúgvingarleiðara, jensj@setur.fo.
Les meiri her.
Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.