Søk um upptøku á Glasir her Søk um upptøku á TSK her
Lestrartíð:

4 ár

Umsóknarfreist:

August

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Klaksvík
Lærlingaløn:

Maskinsmiður

Ein maskinsmiður skal kunna finna brek, umvæla, góðskutryggja og halda viðlíka maskinútbúnað.

Eisini lærir tú um framleiðslutilgongdir og at røkta og seta saman høvuðspartarnar av einum motori, at gera smáar konstruksjónir av plátu, røri og stálprofilum og einfaldar røktaruppgávur av t.d. rørskipanum, pumpum og ventilum.

Um útbúgvingina

Tú lærir at arbeiða við stýringartøkniligum skipanum og maskinum. Í útbúgvingini lærir tú at dreyga, fresa, byggja upp, forrita, finna brek og at umvæla einfaldar stýritøkniligar skipanir. Tú lærir at velja røtt amboð og rætt dátugrundarlag í sambandi við framleiðsluuppgávur.

Maskinsmiðjulærlingar læra at arbeiða við m.a. handamboðum, skrúvustikkarbeiði, læra um framleiðslutilgongdir og at nýta stór maskinamboð, m.a. bonkborimaskinu, dreyibonk, fresara og skeriamboð.

Tú lærir at sveisa stálkonstruksjónir, gera konstruksjónir av plátu, røri og stálprofilum, einfaldar viðlíkahaldsuppgávur av t.d. rørskipanum, pumpum og ventilum umframt at seta upp motor- og maskinlutir.

Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum maskinsmiður eru, at:

  1. samskifta og samstarva fakligt í fyritøkuni,
  2. arbeiða við góðsku í huga og hava kunnleika til góðskustýringarskipanir,
  3. sýna hugflog í arbeiði sínum við konstruktión og framleiðslu innan yrkisøkini í útbúgving sínari,
  4. vera tilvitaður um heilsu, trygd og umhvørvið, HTU í arbeiðsuppgávum í útbúgving sínari,
  5. leggja til rættis og framleiða lutir á hondstýrdum spóntakandi maskinum,
  6. gera arbeiðstekningar við støði í CAD tekniforritum,
  7. útinna uppbygging, forritan, feilfinnan og umvæling av einføldum stýringartekniskum skipanum,
  8. duga at velja røtt amboð og rætta dátugrundarlagið í sambandi við framleiðsluuppgávur,
  9. eftirkanna mát og skjalprógva útintar uppgávur,
  10. stilla og viðlíkahalda arbeiðs- og mátiamboð,
  11. rætta, stilla og viðlíkahalda maskinur,
  12. nýta CNC programmir við nýtslu av ISO kodum sambært tekningum,
  13. sýna góðskutilvitan, tá uppgávur verða útintar. Hesin førleiki fevnir um mál- og aðra góðskumáting við nýtslu av skjótilæru og mikrometurmátiamboðum í mun til ásettar standardir,
  14. samskifta og gera avtalur við viðskiftafólk grundað á vitan um kundarøkt,
  15. skilliga samskifta um arbeiðsstøðuna á fremmandamáli,
  16. viðlíkahalda, montera og demontera høvuðspartarnir av einum motori og útinna einfaldar umvælingar- og viðlíkahaldsuppgávur av rørskipanum, pumpum, ventilum og øðrum mekaniskum og tekniskum skipanum,
  17. brúka KT í sambandi við dagligu arbeiðsuppgávurnar. Eitt nú at leita eftir viðkomandi tekniskum og fakligum upplýsingum,
  18. leggja til rættis og gera minni konstruktiónir av plátu, røri og stálprofilum í einari framleiðslu-, umvælingar- og viðlíkahaldstilgongd, og
  19. útinna samansetingarhættir í eini framleiðslutilgongd samsvarandi galdandi standardum, íroknað mekanisk og termisk skering, sveising og lodding við meira.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Skúlagongdin fyri sergreinina maskinsmiður er skipað við at 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið eru 50 vikur tilsamans og sveinaroyndarskeiðið er 5 vikur.

Tú hevur umframt 5 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:

  • Arbeiðsumhvørvi
  • Amboðslæra
  • CAD tekniforrit
  • CNC tøkni
  • Fyrstahjálp og brandskeið
  • Maskinástøði
  • Montasja
  • Smiðjuarbeiði
  • Smiðjuástøði
  • Spóntakandi arbeiði
  • Stýringstøkni
  • Sveising
  • Tekning
  • Tilfarslæra.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur maskinsmiður.

Framhaldandi útbúgvingar

Tú kanst fara undir ymiskar framhaldsútbúgvingar t.d. maskinist og maskinmeistari á Vinnuháskúlanum, les meiri her.

Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.

Kanna framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið. 

Meiri kunning

Vegleiðingar til lærlingar um yrkisútbúgvingar  eru her.
Vegleiðingar til læruplássið um yrkisútbúgvingar til eru her.
TSK (Tekniski skúlin í Klaksvík)​
Glasir
Yrkisdepilin

Søk um upptøku á Glasir her Søk um upptøku á TSK her
Lestrartíð:

4 ár

Umsóknarfreist:

August

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Klaksvík
Lærlingaløn: