Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: 1. juni, bæði fyri kvotu 1 og 2. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2021
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 15

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

ECTS: 180

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Bachelor

Listaligt arbeiði

BA
BA in Art

Endamálið við útbúgvingini er at tann lesandi ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egið skapandi listaligt arbeiði.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin er 2/3 verklig og 1/3 ástøðilig og er býtt í tvær listaligar leiðir, ritlist og tónlist. Ein partur av námsevnunum er felags evni, og ein partur er treytaður av listaligu leiðini, sum tann lesandi velur.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er sett saman av skeiðum, har tey lesandi partvís fylgja einum føstum lestrarlista og partvís sleppa at seta sína egnu skrá.

Evnisøkið er skapandi  listaligt arbeiði. Ein partur av námsevnunum er felags evni, og ein partur er treytaður av listaligu leiðini  sum studenturin velur. 

Verkliga verður dentur lagdur á arbeiði í verkstovum bæði innan ta listagrein, sum studenturin hevur valt, og millum listagreinir. Ástøðiliga verður dentur lagdur á vitan um list í heimspekiligum, fagurfrøðiligum og bókmenta- ella tónleikafrøðiligum høpi.  

Fyrra hálva í triðja árinum í útbúgvingini er antin skiftislesnaður uttanlands ella starvslæra í Føroyum ella uttanlands. Í seinnu hálvu triðja árið verður arbeitt við  egnari listaligari verkætlan og ástøðiligari ritgerð.

Lestrarhálvur

1. hálva 2. hálva 3. hálva 4.hálva 5. hálva 6. hálva

Verkstova I 
10 ECTS

Verkstova II
10 ECTS

Verkstova III
10 ECTS

Endalig verkætlan

Starvslæra ella skiftislesnaður
30 ECTS
Egin verkætlan og ritgerð + 6. hálva seminar og vegleiðing
30 ECTS

Egið arbeiði I
10 ECTS

Egið arbeiði II
10 ECTS

Egið arbeiði III
10 ECTS

20 ECTS

   


Ástøðiligt skeið
-fagurfrøði-
​10 ECTS

Ástøðiligt skeið 
-skiftandi evni-
10 ECTS

Ástøðiligt skeið 
-skiftandi evni-
10 ECTS

Ritgerð
10 ECTS

   

Í verkstovunum á tónlistaleiðini verður undirvíst í nótalæru, ljómfrøði (harmonilæru), tónasmíð/lagsmíð, útseting, tónleikatøkni og øðrum viðkomandi evnum. Um tað verður mett neyðugt, verður eisini undirvíst í viðkomandi ljóðføri. Á ritlistaleiðini verður undirvíst í eitt nú narratologi, frásagnarhættum, stíllegum, neyvlesing, ymiskum sløgum av teksti og skriving umframt týðing. Tey, ið standa fyri verkstovunum, laga undirvísingina til tørvin og áhugan hjá teimum lesandi. Í fyrstu atløgu verður hetta gjørt við støði í tilfarinum, sum verður latið inn saman við umsóknini um upptøku.

Egna arbeiðið gevur tí lesandi høvi at menna ein sjálvstøðugan listaligan samleika. Bólka- og einstaklingaundirvísing eru karmur um greining og kjak av verkum hjá teimum lesandi. Tann lesandi fær ment sínar førleikar at fyrihalda seg kritiskt til egið listaligt virki og at geva øðrum grundaðan kritikk.

Ástøðiligi parturin fevnir um fyrilestrar og námsskeið í fagurfrøði, bókmentum, bókmentafrøði, tónleikasøgu og tónleikafrøði. Sum lesandi fært tú innlit í samanhangir, sum treyta og mynda tína yrkislistagrein, og lærir um ástøði, sum geva tær førleika at hugsa greinandi um list úr skiftandi sjónarhornum.

Endaliga verkætlanin og ritgerði eru ætlaðar sum høvuðsinnihald í eini avriksmappu, sum skjalprógvar listaliga førleikan hjá tí lesandi mótvegis framtíðar arbeiðsgevarum og útbúgvingarstovnum. Úrslitið av verkætlanini er egið tónleika- ella bókmentaverk, meðan ritgerðin viðger verkið og skapanargongdina úr einum ástøðiligum sjónarhorni. Í báðum førum er vegleiðari knýttur at arbeiðinum.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. 

Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv. Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Umframt hesar treytir er upptøka eisini treytað av, at egið arbeiði verður latið inn, sum staðfestir nøktandi listaligan førleika innan annaðhvørt ritlist ella tónlist. Verður søkt um upptøku til ritlist, skulu fimm síður av egnum skrivligum avriki latast inn. Verður søkt um upptøku til tónlist, skulu nótabløð av egnum tónleikaverki og/ella upptøkur á í mesta lagi fimm minuttir latast inn. Umsøkjarar skulu harumframt lata inn eina síðu, sum í stuttum lýsir teirra listaliga profil. Fyri hvørja leið metir ein upptøkunevnd við trimum limum um innkomna tilfarið.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur grundarlag fyri sjálvstøðugum listaligum arbeiði, har ein í stóran mun myndar sína egnu yrkisleið.

Harumframt gevur útbúgvingin umsetiligar førleikar, ið eru hentir í miðlum, vinnuvirkjum og almennum stovnum, har nýskapan og hugflog eru eftirspurdir førleikar – tað verði seg sum teksthøvundur, vinnuligt tónaskald ella í øðrum starvi í kreativu vinnunum.

Framhaldandi útbúgving

Eftir lokna útbúgving ber til at søkja inn á annan lærdan háskúla ella tónlistaskúla at fáa BA-prógv. Um viðkomandi lærustovnur góðskrivar ECTS-stig, sum eru vunnin aðrastaðni, veitir Fróðskaparsetrið trygd fyri stigunum, sum eru vunnin í sambandi við diplomútbúgvingina.

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Johonnu Lindenskov Joensen, lestrarvegleiðara, johannaj@setur.fo, +298 292526 ella til Jens Dam Ziska, útbúgvingarleiðara, list@setur.fo, +298 292546. Í løtuni avloysir Lív Maria Róadóttir Jæger, livj@setur.fo, +298 292527.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: 1. juni, bæði fyri kvotu 1 og 2. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2021
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 15

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

ECTS: 180

Lestrarstuðul:

Lestrarlán: