Søk um upptøku her
Lestrartíð: 1/2 ella 1 ár. Til ber at taka bæði skeiðini sum framhald
Skúlabyrjan: Heilárskeiðið: august. Várskeiðið: januar. Heystskeiðið: august
Umsóknarfreist: Fram til skúlabyrjan
Tal av upptiknum næmingum: 15-25
Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Hov
Lestrarkostnaður: Vikukostnaðurin er kr. 950 um vikuna. Við tilmelding er gjald á kr. 4.000. Tilmeldingargjaldið fer upp í vikugjaldið, tá skeiðið byrjar.
Ikki próvgevandi

Skeið á ítróttaháskúlinum

Ítróttaháskúlin í Suðuroy er ein háskúli, sum bjóðar tær venjing, undirvísing, mat og uppihald á fýra breytum; svimji- fótbólts-, hondbólts- og adventure breyt.

Endamálið hjá Ítróttaháskúlanum er at veita ungdóminum kunnleika, fimi og arbeiðshættir, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.

Um útbúgvingina

Ítróttaháskúlin í Suðuroy skipar fyri bæði hálvárs- og heilsársskeiðum. Hálvársskeiðini eru heyst-hálvuna (frá mitt í august til fyrstu viku í desember) og vár-hálvuna (frá mitt í januar til mitt í juni).

Heystskeiðini eru í 15-16 vikur (tá er 1 vika heystfrítíð) og várskeiðini í 20 vikur (tá er 1 vika páskafrítíð og tilsamans 1 vika í frídøgum um várið).

Heilsársskeiðini ganga frá mitt í august til mitt í juni, og fara næmingar í heystfrítíð, jólafrítíð og páskafrítíð, umframt tilsamans 1 viku í frídøgum um várið. Til ber at taka bæði skeiðini sum framhald t.e. at byrja skúlan hálvan august og enda síðst í juni.

Gerandisdagurin á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er merktur av, at næmingar fáa avbjóðingar og upplivingar alt háskúlaskeiðið.

Á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy eru fýra breytir: Svimjibreyt, fótbóltsbreyt, hondbóltsbreyt og adventurebreyt.

Umframt venjing og nýggja vitan um kropp, kost, motivatión os.fr. fáa næmingar eisini høvi at læra nýggj fólk at kenna og kanska eisini læra seg sjálvan betur at kenna.

Ávísar kommunur velja at stuðla skúlauppihaldum av ymiskum slag. Set teg í samband við tína kommunu, og spyr teg fyri, um hon stuðlar háskúlauppihaldi. Eisini ber til at seta seg í samband við til dømis títt ítróttafelag um at stuðla tínum uppihaldi á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Í ávísum førum ber til at fáa stuðul frá ALS.

Næmingarnir búgva á staðnum. Morgunmat og millummála gera næmingarnir saman við starvsfólki. Næmingar á ítróttaháskúlanum standa eisini fyri matgerðini til døgurðan um kvøldið og koma eisini sjálvir (við neyðugari upplæring) at standa fyri klædnavaski og reingerð av egnum bústaði.

Upptøkutreytir

Tú skalt vera 17 ár, tá ið farið verður undir skeiðið.

Framtíðarmøguleikar

Endamálið hjá Ítróttaháskúla Føroya er ikki at verða próvgevandi, men persónliga mennandi. Í sambandi við tilmeldingina verður persónlig samrøða við allar næmingar og møguliga eisini við avvarandi.

Meiri kunning

Ítróttaháskúli Føroya – www.his.fo

Søk um upptøku her
Lestrartíð: 1/2 ella 1 ár. Til ber at taka bæði skeiðini sum framhald
Skúlabyrjan: Heilárskeiðið: august. Várskeiðið: januar. Heystskeiðið: august
Umsóknarfreist: Fram til skúlabyrjan
Tal av upptiknum næmingum: 15-25
Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Hov
Lestrarkostnaður: Vikukostnaðurin er kr. 950 um vikuna. Við tilmelding er gjald á kr. 4.000. Tilmeldingargjaldið fer upp í vikugjaldið, tá skeiðið byrjar.