Søk um upptøku her
Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juni

Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 40
Lestrarkostnaður:

200 kr. fyri hvørt ECTS-stig, umframt 6.000 kr fyri starvslæru hjá lærarum og 4.000 kr. fyri starvslæru hjá námsfrøðingum.

Linjulestur

Linjugreinalestur fyri námsfrøðingar og lærarar

Søk um upptøku her
Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juni

Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 40
Lestrarkostnaður:

200 kr. fyri hvørt ECTS-stig, umframt 6.000 kr fyri starvslæru hjá lærarum og 4.000 kr. fyri starvslæru hjá námsfrøðingum.

Linjugreinar verða bjóðaðar sum eftirútbúgvingartilboð til lærarar og námsfrøðingar 

Um linjugreinalestur

Undirvísingin fer fram saman við lesandi á Námsvísindadeildini, og undirvíst verður vanliga tveir – í einstøkum føri tríggjar - dagar um vikuna á 6 tímar.

Linjugreinarnar hjá lærarum, sum telja 40 ECTS, eru býttar upp í 3 skeið, og møguleiki er at taka eitt ella fleiri av teimum skeiðum sum linjugreinarnar eru settar saman av. Linjugreinarnar hjá námsfrøðingum, sum telja 30 ECTS, eru býtt í tvey skeið.

Øll eftirútbúgvingarskeið verða ECTS-mett. Luttøka í eftirútbúgvingartilboðunum kann verða avmarkað vegna plásstrot.

Meiri kunning

Til ber at venda til nad@setur.fo ella til Paulinu Poulsen, lestrarvegleiðara á Námsvísindadeildini, paulinap@setur.fo, +298 299414.

Les meiri her

Fróðskaparsetur Føroya.