Umsóknarfreist:

Til stakgreinalestur hjá Bachelor er freistin til kvota 2: 15. apríl og til kvota 1: 1. juli
Til stakgreinalestur hjá Master er freistin 1. juli

Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarkostnaður:

Gjaldið er ymiskt úr 200 kr. fyri hvørt ECTS-stig og uppí 6.000 kr. fyri skeiðið. Fulltíðarlesandi á Setrinum kunnu taka stakskeið á øðrum útbúgvingum uttan at gjalda. 

Stakgreinalestur á Fróðskaparsetur Føroyar

Útbúgvingar á Setrinum eru settar saman av støkum skeiðum, og tí ber til hjá fólki, sum annars ikki ganga á Setrinum, at tekna seg til einstøk skeið og taka prógv í teimum, um pláss eru tøk.

Harumframt verða eisini serstøk gjaldsskeið boðin út, har skikkaðir umsøkjarar kunnu tekna seg.

Stakgreinaskeið á ymsu deildunum

Stakgreinaskeið á Føroyamálsdeildini eru her
Stakgreinaskeið á Náttúruvísindadeildini eru her
Stakgreinaskeið á á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi eru her
Stakgreinaskeið á á Søgu- og samfelagsdeildini eru her
Stakgreinaskeið á á Deplinum fyri heilsu- og almannagransking eru her

Upptøkutreytir

Fyritreytin fyri upptøku er, at umsøkjari lýkur upptøkukrøvini. Stakgreinalesandi søkja um upptøku til hvørt skeið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku sum onnur lesandi. Serstøk førleikakrøv eru til hvørja lærugrein sær.

Eisini ber til at søkja um upptøku á BA og MA eftir undantaksreglum. Skriva ella ring til deildina, har skeiðið verður hildið, at hoyra nærri um undantaksreglurnar. 

Umsókn

Til at søkja um upptøku vend tær til deildina, har skeiðið verður hildið.

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina á ymsu deildunum á setrinum her.

Fróðskaparsetur Føroya.

Umsóknarfreist:

Til stakgreinalestur hjá Bachelor er freistin til kvota 2: 15. apríl og til kvota 1: 1. juli
Til stakgreinalestur hjá Master er freistin 1. juli

Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarkostnaður:

Gjaldið er ymiskt úr 200 kr. fyri hvørt ECTS-stig og uppí 6.000 kr. fyri skeiðið. Fulltíðarlesandi á Setrinum kunnu taka stakskeið á øðrum útbúgvingum uttan at gjalda.