Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: 15. mars

Útbúgvingarstovnur
Glasir
Fyrireikingarbreytin í Klaksvík
Miðnámsskúlin í Suðuroy
Miðnám á Kambsdali

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Hov

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Gymnasial miðnámsútbúgving

Fyrireikingabreyt

Fyrireikingarbreytin er ein almennandi og lestrarfyrireikandi útbúgving, ið fevnir um fleiri evni.

Undirvísingin á fyrireikingarbreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Størsti parturin er skipaður sum floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av undirvísingini. Á fyrireikingarbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við stórum uppgávum.

Útbúgvingin er serliga ætlað tilkomnum, sum hava havt ein steðg frá skúlanum, men ætla sær víðari á eina stutta ella miðallanga hægri útbúgving.

Námsferðir, vitjanir og smáar verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanligar á fyrireikingarbreytini.

Kravdar lærugreinar

Føroyskt A

Enskt B

Tøknifrøði B

Samfelagsfrøði C

Tøkni A

Evnafrøði B

Ítróttur og heilsa C

Samskiftistøkni C

Vallærugreinar

Á fyrireikingarbreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinar. Tá ið tær verða valdar, eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið við breytini.

●       Eitt byrjanarmál ella framhaldsmál á B-stigi (týskt, franskt, spanskt, russiskt o.t.) ella danskt á A-stigi

●       Ein lærugrein, ið verður lyft frá C til B

●       Ein náttúrulærugrein (alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði ella landafrøði) á C-stigi

●       Ein listalærugrein (tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki) á C-stigi.

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

●       fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni

●       lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði

●       lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.

Tú skalt hava lokið royndirnar nevndar omanfyri við nóg góðum úrsliti og vera førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt. Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu eftir henni.

Ætlar tú at søkja inn á fyrireikingarbreytina, skalt tú hava fylt 18 ár í seinasta lagi 31. desember tað árið, farið verður undir undirvísingina.

Próvtøkur

Endamálið við próvtøkum og royndum er at skjalprógva, í hvønn mun próvtakarin hevur rokkið teimum málum og lýkur tey krøv, sum ásett eru í teimum einstøku útbúgvingunum og í teimum einstøku lærugreinunum. 

Samlaða talið av próvtøkum skal í minsta lagi vera 8. Í minsta lagi 3 skulu vera skrivligar og í minsta lagi 3 skulu vera munnligar.

Afturat próvtøkunum telur breytaverkætlan, ið allir næmingar gera, sum ein próvtøka á endaliga próvnum.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur atgongd til at søkja inn á hægri lærustovnar. At útbúgvingin, ið tekur tvey ár, í fleiri lærugreinum endar við lægri stigi enn í útbúgvingum, ið taka trý ár, kann hava ávísar avmarkingar við sær.

Hetta kann t.d. hava við sær, at ein, ið hevur gingið á fyrireikingarbreytini, og sum ætlar sær inn á ávísar hægri framhaldsútbúgvingar, kanska noyðist at taka eina ella fleiri lærugreinar á hægri stigi.

Meiri kunning

Glasir
Miðnám á Kamsdali
Klaksvíkar HF-skeið

Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: 15. mars

Útbúgvingarstovnur Glasir Fyrireikingarbreytin í Klaksvík Miðnámsskúlin í Suðuroy Miðnám á Kambsdali

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Hov

Lestrarstuðul:

Fylg okkum