Lestrartíð: 2 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Yrkisútbúgving

Tryggingarútbúgving

Tryggingarútbúgvingin er ein fjølbroytt útbúgving, og tú fært eitt tætt kundasamband tíðliga í útbúgvingini.

Útbúgving

Útbúgvingin innan trygging er samstundis ein útbúgving innan fígging, tí í fyrsta partinum av skúlagongdini eru lærugreinarnar tær somu fyri tryggingar- og peningastovnsnæmingar. Harafturat koma serlærugreinar innan trygging. Verkligi parturin av útbúgvingini er tó bara um trygging, og næmingurin sleppur at royna seg á ymsu deildunum.

Útbúgvingin er ikki fyriskipað av Mentamálaráðnum. Útbúgvingin er góðkend og fyriskipað av danska Undirvísingarmálaráðnum.

Skift verður millum skúlagongd og verkligt arbeiði. Skúlaskeiðini vara í miðal 1 viku um mánaðin, og í Føroyum eru tey antin á peningastovni ella hjá tryggingarfelagi.

Upptøkutreytir

Um tú vilt søkja sum næmingur innan trygging, krevst, at tú hevur lokið eina miðnáms­útbúgving.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokið prógv fært tú heitið tryggingarassistentur, og tú hevur holla grundvitan um at selja tryggingar og skaðaviðgerð.

Tú kanst halda fram at arbeiða innan trygging og samstundis útbúgva teg víðari tryggingar­fakliga á serøki sum t.d. sølu, kundaráðgeving og at viðgera skaðar.

Tú kanst eisini starvast á peningastovni við hesi útbúgving. Harafturat er útbúgvingin eitt grundarlag til at taka aðrar útbúgvingar innan t.d. fíggjarviðurskifti og búskap.

Meiri kunning

Lív – www.liv.fo
Trygd – www.trygd.fo
Tryggingarfelagið Føroyar P/F – www.trygging.fo

 

Lestrartíð: 2 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Fylg okkum