Lestrartíð: 2 ár og 1 mðr. - 3 1/2 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Lestrarlán:

Yrkisútbúgving

Djórasjúkrarøktarfrøðingur

 

Ein djórarøktari arbeiðir við at hjálpa djórum. Tú lærir at taka tær av og røkta sjúk djór, og tú hjálpir djóralæknanum við skurðviðgerð og burði.

Ein týðandi partur av arbeiðinum er at skifta bind og taka puls og fepur til tess at kunna taka støðu til, um djórið livir betur. Harafturat lærir tú at kanna djórið og t.d. taka blóðroyndir.

Undir útbúgvingini lærir tú um djóraatferð, anatomi og sjúkur og at gera mikrobiologiskar kanningar. Tú lærir eisini grundleggjandi skrivstovuarbeiði og um sølu og tænastu, soleiðis at viðskiftafólkini fáa eina góða uppliving.

Tú kanst enda útbúgvingina sum djórasjúkraheilsurøktari ella sum djórasjúkrarøktarfrøðingur við sergrein í hestum ella í smádjórum.

Djóraheilsurøktarar læra at tryggja djórum fyrstuhjálp, tú lærir starvsstovuarbeiði, at taka royndir á djórum og at gera útgerðina klára til viðgerðina hjá djóralæknanum. Sum djóraheilsu­røktari lærir tú m.a. at hjálpa djóralæknanum við at kanna og viðgera djórini. Tú lærir kunda­avgreiðslu og dagliga djórarøkt. Útbúgvingin til djórasjúkraheilsurøktara tekur 2 ár og 1 mðr.

Sum djórasjúkrarøktarfrøðingur við sergrein innan hestar og smádjór lærir tú m.a. at tryggja djórunum fyrstuhjálp, tú gert starvsstovuarbeiði, tekur royndir og gert útgerðina hjá djóra­læknanum klára. Útbúgvingin til djórasjúkrarøktarfrøðing í sergreinini hestar ella smádjór tekur 3½ ár.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um djóraatferð, kropsbygnaðarfrøði, reinføri, lívvirkisfrøði og føðslu. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. KT, lóggávu og fyriskipan og sølu og tænastu.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       ert kropsliga og sálarliga væl fyri

●       ert hugaður at avlíva djór

●       kanst vísa samkenslu við kundunum, sum eru keddir

●       kennir ábyrgd

●       hevur tænastusinni

●       ert hugaður eisini at loysa fyrisitingarligar uppgávur

●       kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

●       ert hugaður at arbeiða skiftandi tíðir og at gera bráðfeingis arbeiðsuppgávur.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum djóraheilsurøktari og djórasjúkrarøktarfrøðingur.

Ein djórasjúkrarøktarfrøðingur er høgra hond hjá djóralæknanum.

Útbúnir djórasjúkrarøktar­frøðingar, sum hava gjørt 5 innanæðra djóraviðgerðir undir umsjón av einum djóralækna, kunnu søkja um løggilding sum djórasjúkrarøktarfrøðingur. Løggildingin gevur djórasjúkrarøktra­frøðingum rætt til at gera eina røð av viðgerðum, uttan at djóralækni luttekur ella hevur umsjón.

Ætlar tú tær at fara undir framhaldandi útbúgving, hevur tú atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Yrkisútbúgvingin til djórasjúkrarøktarfrøðing er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Djóraheilsurøktari er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

 

 

 

 

 

Lestrartíð: 2 ár og 1 mðr. - 3 1/2 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum