Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:

4 ár 8 mðr.

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn:

Glarsmiður

Undir útbúgvingini lærir tú at skera til, slípa og blanka alt glas. Harafturat lærir tú at seta rútar í vindeygu og hurðar, at skifta bilrútar og at ramma myndir inn.

Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um alt glas, t.d. klárt glas, litað glas, sandblást glas, blýggjglas, matterað glas o.a. Harafturat lærir tú at brúka ymisk amboð og maskinur.

Arbeiðið sum glarsmiður er fjølbroytt. Tú lærir at vegleiða kundar í at velja tilfar og glas til øll endamál. Harumframt skalt tú duga at seta upp glasframsíður og at passa hurðar og rammur úr aluminiumi til.

Um útbúgvingina

Tú endar útbúgvingina við sergrein innan aluminium ella glas.

Í sergreinini aluminiumi lærir tú at leggja til rættis, framleiða og montera fasadu- og takkonstruksjónir í aluminiumi.

Í sergreinini glasi lærir tú at leggja til rættis, tekna og framleiða framkomnar glasloysnir, eins og tú lærir at meta um, bøta og at gera í stand vindeygu.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Tú kanst velja millum ymsar sergreinar.

Frálæran fevnir m.a. um tilgerð og uppseting, tilfarsfatan, plantekning, innramming og støddfrøði.

Við útbúgvingini er tað umráðandi, at tú:

  • hevur skil fyri dygd og smálutum
  • ert handaligur og dugir at finna loysnir
  • hevur tænastusinni
  • ert kropsliga væl fyri
  • kanst arbeiða í hæddum
  • hevur áhuga fyri at arbeiða uttandura
  • hevur áhuga fyri at arbeiða á byggiplássi og verkstaði.

Tú endar útbúgvingina við einari sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur glarsmiður, serliga í smáum fyritøkum.

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til vinnuakademiútbúgvingina:

  • byggisamskipari

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til glarsmið er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:

4 ár 8 mðr.

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn: