Søk um upptøku her

Lestrartíð: 1½ ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 10

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Hjánám

Hjánám í samfelagsvísindi

Subsidiary Subject Studies in Social Sciences

Endamálið við útbúgvingini er, at geva teimum lesandi fjølbroytta vitan um og innlit í føroysk og altjóða samfelagsvísindalig viðurskifti og háttaløg.

Týdningurin verður viðgjørdur, sum mentanarlig,
búskaparlig og tøknilig menning hevur á samfelagsgongdina.

Um útbúgvingina

Lesturin er settur saman av skeiðum í sosiologi, antropologi, stjórnmálafrøði, búskaparfrøði og altjóða politikki, bæði í ástøði og praksis. Í tí háttalagsliga partinum fært tú skeið í samfelagsvísindaligum háttaløgum.

Skipan av útbúgvingini

Hjánám í samfelagsvísindum krevur 60 ECTS
á bachelorstigi og 30 ECTS á masterstigi.
Øll lesandi skulu hava vísindaástøði og háttalag
(10 ECTS), annaðhvørt í sínum høvuðs- ella
hjánámi.

Serritgerðin verður skrivað í høvuðsgreinini.

Lestrarhálvur og lærugreinar

1. lestrarhálva 2. lestrarhálva 3. lestrarhálva 4. lestrarhálva 5. lestrarhálva 6. lestrarhálva

Sosiologi og antropologi*(10 ECTS) ella Háttalag I (10 ECTS)

 

Búskapur og samfelag

(10 ECTS)

Samfelagsástøði

(10 ECTS)

(Høvuðsnámið) (Høvuðsnámið)

Altjóða politikkur 

(10 ECTS)

Stjórnmálafrøði
(10 ECTS)
(Høvuðsnámið) (Høvuðsnámið)     (Høvuðsnámið)

Vísindaástøði og háttalag* (10 ECTS) ella Sosialvísindi (10 ECTS) ella Samfelagsplanlegging(10 ECTS

         

*um Sosiologi og antropologi er partur av høvuðsnáminum, so skal hin lesandi ístaðin taka skeiðið Háttalag I. Um Vísindaástøði og háttalag er partur av høvuðsnáminum, so kann hin lesandi ístaðin taka eitt av hesum skeiðunum: Sosialvísindi ella Samfelagsplanlegging.

Kravdu skeiðini eru:

  • Sosiologi og antropologi (ella Háttalag I)
  • Stjórnmálafrøði
  • Vísindaástøði og Háttalag (ella Sosialvísindi ella Samfelagsplanlegging)
  • Búskapur og samfelag
  • Samfelagsástøði
  • Altjóða politikkur

Afturat hesum skeiðum koma 30 ECTS í valfríum skeiðum á MA-stigi innan samfelagsfrøði.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í juni.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv. Studentur, sum søkir inn á hjánámið í samfelagsfrøði, skal hava staðið ella vera innskrivaður til eitt høvuðsnám. Tað ber eisini til at vera innskrivaður á samansett bachelornám.

Framtíðarmøguleikar

Hjánám í samfelagsfrøði gevur saman við eini høvuðsnámi møguleika at arbeiða sum miðnámsskúlalærari.

Eisini gevur útbúgvingin starvsmøguleikar, har kunnleiki til samfelagsvísindi og samfelagsvísindalig háttaløg er neyðugur, t.d. innan fyrisiting, miðlar/samskifti og føroyskar og altjóða felagsskapir.

Framhaldandi útbúgving

Lokið hjánám í samfelagsfrøði kann vera partur av miðnámslæraraprógvi, har høvuðsnámið er 210 ECTS og hjánámið 90 ECTS.

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo ella til Firouz Gaini, útbúgvingarleiðara, firouzg@setur.fo

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 1½ ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum