Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 20

Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 120
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Fulltíðarlestur er ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 200 fyri hvørt ECTS

Master

Politikkur og umsiting - masterlæra

M.S.Sc.
Master of Social Science

Endamálið við útbúgvingini er, at tann lesandi ognar sær førleikar á altjóða støði innan vísindalig ástøði og háttaløg, samstundis er eisini fyrilit tikið fyri, at hvør lesandi kann ogna sær ein sjálvstøðugan fakligan profil.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin leggur dent á, at lesandi menna førleikar at virka í smátjóðum og oyggjasamfeløgum. Her verður samfelagið sum skipan viðgjørt, eins og stovnar, teirra bygnaður,
stýring og søguliga menning verða greinað.

Lesandi fáa førleikar á altjóða stigi í vísindaligum
ástøði og háttaløgum, men ogna sær samstundis sjálvstøðugan fakligan profil.

Við støði í trupulleikagrundaðari, tvørvísindaligari
tilgongd og starvslæru mennir tann lesandi eitt sjálvstøðugt arbeiðslag. Endað verður við master-ritgerð.

Nakað av samskiftinum fer fram á enskum og skandinaviskum máli, eisini uppgávuskriving.

Kravið um at vera til staðar á lærustovninum er størri enn undir vanligum universitetslestri.

Skipan av útbúgvingini

Í fyrstu lestrarhálvu verður dentur lagdur á ástøði og metodu innan politikk og samfelagsplanlegging. Ein týdningarmikil partur av hesi lestrarhálvuni er arbeiðið í einum fakligum praksisfelagsskapi, har tann lesandi saman við øðrum lesandi arbeiðir við ávísari granskingarverkætlan.

Í aðru lestrarhálvu verður farið á útlendskt universitet, har tann lesandi lesur útvald fak innan sítt serøki.

Í triðju lestrarhálvu fer tann lesandi í praksislæru. Hetta merkir, at grundað á avtalu millum tann lesandi og ein stovn ella virki, arbeiðir tann lesandi eina fakliga viðkomandi uppgávu, samstundis sum hann ella hon eisini luttekur í seminarvirksemi á Setrinum. Ein minni partur av lestrarhálvuni er hartil ein ástøðilig og metodisk fyrireiking til masterritgerðina.

Í fjórðu lestrarhálvu er sjálvt arbeiðið við masterritgerðini, við tilhoyrandi vegleiðing.

Nógv av samskiftinum fer fram á enskum og  skandinaviskum máli, eisini uppgávuskriving.

Kravið um at vera til staðar á stovninum er hægri enn undir vanligum universitetslesnað.

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig

1. lestrarhálva 2. lestrarhálva 3. lestrarhálva 4. lestrarhálva
Metodologi I
10 ECTS
  Praksislæra/phronetikum
25 ECTS
 
Fakskeið
10 ECTS
Uppihald á útlendskum universiteti Metodologi II Masterritgerð
Masterlæruverkætlan      

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.

Endurpróvtøka og sjúkrapróvtøkur verða fyriskipaðar eftir reglugerðum setursins, ella eftir avtalu við undirvísingarleiðaran.

Próvtøkurnar kunnu vera skrivligar uppgávur við ella uttan munnligari verju. Eisini kunnu próvtøkur vera munnligar. Masterritgerðin verður vard munnliga.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst lokið Bachelor prógv í søgu ella samfelagsvísindi.

Lesandi við øðrum førleikum, tó í minsta lagi bachelorstigi, kunnu eisini søkja um upptøku.

Starvsmøguleikar

Master í politikki og umsiting gevur førleika til at kunna starvast við leiðandi og greinandi uppgávum innan bæði privata, almenna og sjálvbodna geiran.

Harumframt kann próvtakarin átaka sær miðlan av gransking og av granskingargrundaðari vitan, umframt kjakast um hesi viðurskifti við fakfelagar, eins væl og við ikki-serfrøðingar. Hann ella hon kann átaka sær greiningaruppgávur vegna privatar, almennar ella sjálvbodnar stovnar, her undir at finna væl grundaðar loysnir á kompleksar samfelagsligar avbjóðingar. 

Framhaldandi útbúgving

Master í politikki og umsiting gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-lestur.

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo ella til Eriku Anne Hayfield, útbúgvingarleiðara, erikah@setur.fo, tlf. 292597.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 20

Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 120
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Fulltíðarlestur er ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 200 fyri hvørt ECTS