Søk um upptøku her
Lestrartíð:

4 ár

Umsóknarfreist:

August

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lærlingaløn:

Rør- og blikksmiður

Rør- og blikksmiðurin arbeiðir við nýgerð og røkt av vatn-, hita-, gass og
ventilatiónsinnleggingum í sethúsum og virkjum.

Tú lærir at seta upp og stilla HVS-stýrisskipanir og at vegleiða kundar um brúk, at fáa sum mest burtur úr orkuni og aðrar orkuhættir.

Filmur um rør- og blikksmið útbúgvingina er her.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin fevnir um at gera tunnplátusamankomingar við sveising úr aluminiumi, stáli og rustdyggum tilfari, at lodda, klinka og falsa, at tekna og gera úrskiljingar úr plátum, at leggja til rættis og gera smá skap í plátu-, rør- og stálprofilum í eini samlaðari framleiðslu.

Tú lærir harumframt at røkja og umvæla, at taka mát og gera allar vanligar inndekningar innan yrkið, at taka mát og gera luftskiftislutir, at duga siðbundið og grundleggjandi handverk innan blikksmiðjuyrkið og at duga kappabjálving.

Eisini lærir tú, at veita tænastu í sambandi við oljuketlar og varandi orkuinnleggingar.

Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum rør- og blikksmiður eru, at:

  1. gera alt vanligt innleggingararbeiði innan hita, vatn og sanitet í bústaðar- og vinnubygningum við atliti at galdandi normum, arbeiðshættum og mannagongdum,
  2. seta upp og innstilla hvs stýringarskipanir og veita kundavegleiðing um brúk,
  3. nýta brúkara- og innleggingarvegleiðingar á enskum, donskum og føroyskum,
  4. ráðgeva kundum um orkuoptimering og kenna til alternativar orkuhættir,
  5. gera hvs innleggingar, umframt at uppseta, umvæla og geva tænastu til oljuketlar og varandi orkuinstallatiónir,
  6. gera tunnplátu samankomingar við sveising úr aluminium, stáli og rustfastum tilfari,
  7. gera lodding, nitting, falsing v.m. eftir galdandi reglum,
  8. tekna og gera útfellingar úr plátum,
  9. leggja til rættis og gera minni skap í plátu-, rør- og stálprofilum í eini samlaðari framleiðslu og viðlíkahalda og umvæla tílíkt,
  10. taka mát og gera allar vanligar inndekningar innan yrkið,
  11. taka mát og gera ventilatiónslutir,
  12. duga siðbundið og grundleggjandi hondverk innan blikksmiðuyrkið, og
  13. duga kappabjálving.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Útbúgvingin endar við sveinaroynd. 

Í seinra parti av lærutíðini velir tú eina ávísa sergrein, sum er rættað til ávísa framleiðslu innan metalídnaðin. Tú kanst velja ímillum at enda við sergrein sum:

  • Rør- og blikksmiður
  • Rustfastur kleinsmiður
  • Kleinsmiður
  • Maskinsmiður
  • Rørsmiður
  • Sveisari

Skúlagongdin fyri sergreinina rustfastur rør- og blikksmiður er skipað við at 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið eru 50 vikur tilsamans og sveinaroyndarskeiðið er 8 vikur.

Tú hevur umframt 5 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:

  • Arbeiðsumhvørvið
  • Blikkarbeiði
  • CAD tekniforrit
  • Fyrstahjálp og brandskeið
  • Kunningartøkni
  • Maskinástøði
  • Maskinarbeiði
  • Rørarbeiði
  • Smiðjuarbeiði
  • Smiðjuástøði
  • Tekning
  • Tilfarslæra
  • Sveising

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur rør- og blikksmiður.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst fara undir ymiskar framhaldsútbúgvingar t.d. maskinist og maskinmeistari á Vinnuháskúlanum, les meiri her.

Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.

Kanna eftir framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið. 

Meiri kunning

"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar eru her.
Yrkisdepilin
Glasir

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

4 ár

Umsóknarfreist:

August

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lærlingaløn: