Søk um upptøku her

Lestrartíð: 2 ár sum parttíðar lestur
Skúlabyrjan: september og februar
Umsóknarfreist: 1. maj og 1. november

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Danmark

Lestrarkostnaður: úr kr. 63.000. Upphæddin er tengd av hvørjar lærugreinar næmingurin tekur: 15 ECTS lærugreinar kst. 15.750, 10 ECTS kst. kr. 10.500, 5 ECTS kst. kr. 5.250. Harumframt er eitt tænastugjald til Glasir uppá kr. 6.000.

HD 2. partur

HD útbúgvingin er ein viðurkend parttíðar hægri útbúgving fyri komandi og verandi leiðarar í privatum virkjum og á almennum stovunum og virkjum.

HD 2. partur verður á Glasi boðin út sum fjarlestur í samstarvi við Århus Universitet. Útbúgvingin verður boðin út av Århus Universitet og verður tú tá lesandi við Århus Universitet. 

Nýggjur flokkur  byrjar annað hvørt ár, hetta er treytað av at nóg nógv tekna seg.

Um útbúgvingina

Á HD 2. part velur tú sergrein innan t.d. t.d. roknskap og búskaparstýring, marketing management, fíggjarlig ráðgeving, fígging, fyriskipan, ella logistikk og supply chain management.

Í løtuni er møguligt hjá føroyskum lesandi at taka sergreinirnar ‘Roknskapur og Búskaparstýring’, ‘Marketing management’ ella ‘Fíggjarlig ráðgeving’ sum fjarlestur. 

Sergreinin roknskapur og búskaparstýring er sett saman av kravdum modulum, har tú fært vitan og førleikar innan økini uttanhýsis roknskapur, strategi, búskaparstýring og corporate finance og eisini møguleika at arbeiða við viðkomandi evni á námsskeiði.

Eisini velur tú tvær vallærugreinar, og útbúgvingin endar við høvuðsritgerð.

Skipan av útbúgvingini

HD er skipað sum parttíðarútbúgving í ein 1. part og 2. part. HD 1. partur gevur tær eitt vinnubúskaparligt grundstøði, sum gevur tær førleikar til at verða tikin upp til 2. part.

Fjarlestrartilboðið fevnir um tær tænastur, sum Århus Universitet bjóðar umvegis internet og aðrar miðlar, umframt at Glasir bjóðar hølir, tøkniliga- og aðra hjálp til endamálið.

Nærum allar lærugreinirnar hava frálæru umvegis internetið soleiðis at til ber at fylgja undirvísingina t.d. heimanífrá ella frá arbeiðsstaðnum. Til eina av lærugreinunum er undirvísingin skipað sum videoráðstevna, har næmingarnar fylgja undirvísingini frá hølum á Glasi. 

Upptøkutreytir

Upptøka á HD er í samstarvi við Århus Universitet Lesandi søkja inn á HD 2. part umvegis Århus Universitet sum fjarlesandi úr Føroyum og taka próvtøkurnar á Glasi.

Til at verða upptikin á HD 2. parti krevst ein av hesum útbúgvingum:

a) HD 1. partur
b) HA
c) Marknaðarøkonomur
d) Fíggjarbúskaparfrøðingur
e) Akademiútbúgving (breytirnar Altjóða handil og marknaðarførsla, Búskapur og tilfeingi ella Fíggjarlig ráðgeving – við serstakari samanseting).

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi.

Útbúgvingin gevur tær møguleika fyri framhaldsútbúgving á masterstigi. Somuleiðis er møguleiki at taka cand.merc., sum tó krevur, at tú samstundis tekur ískoytismodul.

Meiri kunning

Um tú vilt vita meira um útbúgvingina ber til lesa um útbúgvingina á Århus School of Business and Social Sciences á Århus Universiteti her og at lesa námsætlanina her.

Tú kanst eisini venda tær til Finn Jensen, dekan á +298 786663, fje@glasir.fo ella til lestrarvegleiðingina her.

www.glasir.fo

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 2 ár sum parttíðar lestur
Skúlabyrjan: september og februar
Umsóknarfreist: 1. maj og 1. november

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Danmark

Fylg okkum