Søk um upptøku her
Lestrartíð:

9 mðr.

Skúlabyrjan:

í seinnu helvt í august

Umsóknarfreist:

20. juni

Útbúgvingarstaður: Vestmanna
Lestrarkostnaður:

kr. 4.000

Ferðaleiðari

Certified Guide

Endamálið við ferðaleiðararskeiðnum er, at lesandi eftir lokið skeið skulu kunna virka sjálvstøðugt sum ferðaleiðari og vera við í tvørfakligum samstarvi.

Skeiðið gevur teimum, ið hava staðið skeiðið, rætt til at brúka heitið Góðkendur Ferðaleiðari.

Um undirvísingina

Ferðaleiðaraskeiðið er sett saman av kravdum lærugreinum í skeiðspørtum umframt endaligari verkætlan.

Undirvísingin er skipað sum ástøðilig og praktisk undirvísing í tilsamans umleið 200 undirvísingartímar. Tríggir fjórðingar er ástøðilig undirvísing við floksundirvísing, fyrilestrum og bólkaarbeiði, meðan seinasti fjórðingurin er skipaður sum praktisk undirvísing við vitjanum, útferðum og venjingum.

Undirvísingin verður á Miðnámi í Vestmanna, mikukvøld kl.18.00 - 21.15, meðan útferðir og vitjanir verða skipaðar í vikuskiftum.

Skeiðsluttakarar hava møtiskyldu.

Skipan av undirvísingini

Skeiðini eru býtt upp í 3 høvuðspartar ið innihalda ymsar eindir:

1. Vitan um Føroyar – søga, samfelag, mentan, forminnir, mentanararvur, list, náttúra og jarfrøðið
 
2. Ráðlegging og miðlan – føroyska ferðavinnan, túrdesign, upplivingar, fyrireiking av túrum, samskifti, frásøgukynstur og verkligar venjingar

3. Sjálvstøðug ráðlegging og fremjan – verkætlan

Fyri at fáa prógv er tað eitt krav at hava staðið góðkent fyrstahjálparskeið. Tey, sum ikki hava fyrstahjálparskeið, ella hava staðið skeið er eldri enn 2 ár, skulu hava staðið góðkent fyrstahjálparskeið, áðrenn ferðaleiðaraskeiðið er lokið. Skúlin samskipar fyrstahjálparskeið við góðkendan veitara, ið næmingurin skal gjalda beinleiðis til skeiðshaldaran.

Próvtøka

Skeiðið endar við verkætlan og próvtøku.

Próvtøkan verður mett sum staðið/ikki staðið. Í skeiðstíðini skulu skeiðsluttakararnir til skriftliga roynd í høvðusgongd 1, og við skeiðslok arbeiða við eini sjálvvaldari endaligari verkætlan (heimauppgáva). Evni til verkætlan skal frammanundan góðkennast av skúlanum, og krøv til verkætlan verða lýstar í nærri ásettum reglum í námsskipanini. Lidna verkætlanin skal latast skúlanum í seinasta lagi 14 dagar undan seinasta skeiðsdegi og verjast til eina munnliga próvtøku við skeiðslok.

Próvskjal verður útflýggjað av útbúgvingarstaðnum.

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at umsøkjarin

a) hevur fylt 21 ár
b) hevur málsligan førleika í einum ella fleiri fremmandamálum í minsta lagi á B-stigi ella á annan hátt hevur nomið líknandi málførleika. Fremmandamál eru at skilja sum øll mál burtursæð frá skandinavisku málunum (danskt, svenskt og norskt)
c) í ávísum føri kann upptøka eisini fara fram við støði í einari upptøkusamrøðu

Starvsmøguleikar

Skeiðið hevur til endamáls at geva lesandi førleika til eftir lokið skeið, at kunna virka sum ferðaleiðari í Føroyum.

Meiri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Anniku L. Black, útbúgvingarleiðara alb@miv.fo ella á tlf. +298 225215.

Les meiri her.

Miðnám í Vestmanna 

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

9 mðr.

Skúlabyrjan:

í seinnu helvt í august

Umsóknarfreist:

20. juni

Útbúgvingarstaður: Vestmanna
Lestrarkostnaður:

kr. 4.000