Søk um upptøku her
Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Upptøkuroyndir eru í mai, tó ber til at søkja um upptøku alt árið
Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarkostnaður: kr. 2.400 um árið
Yrkisútbúgving

Orgulútbúgving

Endamálið við útbúgvingini er at røkka tekniskum, musikalskum og teoretiskum grundarlagi fyri at arbeiða sum kirkjutónleikari við høvuðsdenti á orgul og kórleiðslu. 

Um útbúgvingina

Orgulleikaraútbúgvingin er ein 3 ára parttíðarútbúgving 

Útbúgvingini gevur tí lesandi førleikar at røkja tónleikaligar og aðrar tónleikakirkjuligar uppgávur í føroysku fólkakirkjuni. Harumframt at vera partur av øðrum tónleikaligum virki, ið er partur av kirkjuligu tænastunum. 

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað við hesum innihaldinum:  

  • Grundleggjandi manual- og pedalteknik.
  • Sálmaspæl eftir vanligum koralbókum við og uttan pedal, harafturat lagaspæl.
  • Sálmaforspæl, modulatiónir og fríar yvirgongdir.
  • Liturgisku liðini.
  • Frí og koralbundin orgulverk frá ymsum stílskeiðum til guðstænastu- og konsertbrúk.
  • Framburður (artikulatión) og frasering.
  • Lærings- og venjingarhættir.
  • Registreringssiðvenja.

Vikutímatalið hjá næminginum er í miðal 3,5 tímar.

Lærumálini eru:

  • At duga at tilrættisleggja og framføra tónleikin til gudstænastur og kirkjuligar tænastur.
  • At duga leiða sálmasangin og tey liturgisku liðini frá orglinum.
  • At duga solistiskt orgulspæl.
  • At duga at seta saman og framføra sálmaforspæl, modulatiónir og stuttar improvisatiónir.
  • At duga at hava fylgisspæl til solistar og kór.
  • At duga at velja og læra tónleik í ymsum stílum, genrum og satssløgum.
  • At hava innlit í registrering og framførslu eftir galdandi siðvenju.

Orgul sum høvuðslærugrein kann vera samskipað við høvuðslærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini.

  • Tónleikaligar hjálærugreinir eru musikkteori, hoyrilæra, klaver, orgulkunnleiki, sangur, kórleiðsla og tónleikavitan. Undirvíst kann vera í øðrum tónleikaligum hjálærugreinum.
  • Tónleikaligar hjálærugreinir kunnu vera samskipaðar við hjálærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini.
    Kirkjuligu hjálærugreinir eru liturgik og sálmavitan.
  • Musikkskúlaskipanin kann samstarva við avvarðandi stovn, felagsskap ella myndugleika um undirvísing í greinum og hjágreinum, sum hoyra til í kirkjuligum og í samkomuligum høpi.

Upptøkutreytir

Upptøkuroynd er til orgulleikaraútbúgvingina. 

Næmingar, ið verða mettir at standa eina preliminera orgulleikaraútbúgving eftir 3 ára útbúgving, kunnu verða upptiknir.

Vegleiðandi byrjanarstig er ájavnt 4. stigi hjá Associated Board of The Royal Schools of Music.

Kommunali musikkskúlaleiðarin og faklærari standa fyri upptøkuroyndini.

Próvtøkur

Próvtøkur verða hildnar á hvørjum ári og so hvørt, ið námið á ymsu lærugreinunum er liðugt.

Preliminera orgulleikaraútbúgvingin endar við próvtøku.

Framhaldandi útbúgving

Til ber at brúka útbúgvingina til at søkja inn á konservatorie í útlondum, hóast tú har skalt til nýggja upptøkuroynd.

Framtíðar starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur urguleikarum førleikar at virka sum urguleikarar í Føroysku fólkakirkjuni og øðrum samkomum.

Meiri kunning

Les meira her.
Tú kanst fáa vegleiðing her

Tórshavnar Musikskúli 

Søk um upptøku her
Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Upptøkuroyndir eru í mai, tó ber til at søkja um upptøku alt árið
Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
Lestrarkostnaður: kr. 2.400 um árið