Melda teg til her

Lestrartíð: 1 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Mai

Lestrarkostnaður: Skúlin við námsferð kostar kr. 50.000 og verður goldið kr. 6.000 við tilmelding og kr. 4.000/mðr. í 11 mðr.

Ikki próvgevandi

Brúgvin - eftirskúli

Brúgvin bjóðar 10. flokks prógv til ung ímillum 14 og 18 ár. Her kanst tú fáa undirvísing í skúlafakum, sum svara til fólkaskúlans 10. flokk og velja tær fjølbroyttar breytir og lærugreinar.

Endamálið er - við støði í kristnari heims og menniskjaáskoðan - at menna samfelagsligt og sosialt tilvit hjá einstaka næminginum. 

Um útbúgvingina

Hóast hetta er ein eftirskúli har ongin endi skal vera á góðum upplivingum og stuttleika, so er ynski, at tú eisini lærir okkurt fakliga munagott, sum kann brynja teg til framtíðina.

Eftir níggju ár í fólkaskúla, er man troyttir av bókum og tølum... vit hava øll verið har! Skúlin bjóðar tær lærugreinar, har tú kann styrkja tínar bókligu førleikar við møguleika at taka fráfarandi prógv fólkaskúlans.

Undirvísingin er skipað og løgd til rættis eftir einstaka næminginum. Við einari FLEX skipan lærir tú at arbeiða sjálvstøðugt, at taka ábyrgd fyri egnari læring og loysa uppgávur sjálv og í bólki. Hetta er serliga ein møguleiki hjá tær at styrkja teg fakliga til víðari lesnað.

Skipan av útbúgvingini

Undirvísingin er skipað í kravdar breytir, valbreytir, vallærugreinar og áhugalærugreinar. 

Kravdu breytirnar eru #SAMAN og #MEINING. Á hesum breytum eru  ávikavist søga og samfelag og ítróttur og heilsa. Hvør breyt er 8 tímar um vikuna.

Breytin #SAMAN snýr seg um einstaklingin í samfelagnum. Arbeitt verður á samfelagsligum grundarlagi, har ymisku samfelagsøkini td. vinna, politikkur, familja, og list verða viðgjørd bæði frá einum teoretiskum, praktiskum og kristnum holistiskum sjónarhorni. 

Eisini verður hugt at, hvussu einstaklingar og felagskapir kunnu ávirka eitt samfelag. Hvørja ávirkan hava ymsar hugsanir havt á samfelagið, og hvussu kann einstaklingurin taka samfelagsliga ábyrgd. Næmingarnir fara við undirvísara og hjálparfólki út at vitja ymsar stovnar, fyritøkur og felagskapir í Føroyum.

Breytin #MEINING tekur støðið í kristnari holistiskari menniskjafatan. Næmingurin fær frálæru í likamligari, sálarligari, andaligari og sosialari heilsu. ABC fyri sálarheilsu verður brúkt sum amboð. Les um ABC fyri sálarheilsu her.

Næmingurin verður avbjóðaður til at finna meining við egnum eginleikum og gávum, har endamálið er at koma útum seg sjálvan og gera ein sosialan mun fyri onnur. Eisini verður hugt eftir sosialum og samfelagsligum avbjóðingum hjá nútíðar menniskjanum. Saman við undirvísara og hjálparfólki fara næmingar at vitja hjálparfelagskapir, áhugafelagskapir og stovnar í Føroyum.

Hvør vallærugrein er fýra tímar, tvær skulu veljast. 

Hvør áhugalærugrein er tveir tímar hvør um vikuna.

Næmingurin velir 3 áhugalærugreinar, men kann skifta áhugalærugreinar 3 ferðir:

  • Motor og metallæra
  • Tónleikur
  • Fitness
  • Badminton
  • Endurnýtsla (upcycling)
  • Dans/drama
  • Útilív
  • Svimjing
  • Fótbóltur
  • Vælvera

Ein námsferð uttanlands verður fyriskipað móti vári. Tað er ikki avgjørt, hvar leiðin gongur. Meeeeeen, skúlin lovar, at ferðin inniheldur bæði spenning, ævintýr, avbjóðingar og stuttleika. Gleð teg!

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

  • 9. flokk prógv
  • og í mesta lagi 18 ár

Próvtøkur

Ongar próvtøkur eru til breytirnar. 

10. flokks próvtøkur eru í samband við vallærugreinirnar og fær næmingurin 10. flokks prógv í vallærugreinunum.

Staður

Eftirskúlin er í Skálavík.

Umstøðurnar eru góðar á Brúnni, har skúlin liggur í vakrari náttúru. Næmingarnir búgva á 2 manskømurum við wc og brúsu, og skúlin er útgjørdur við øllum hentleikum.

Meiri kunning

Tú kanst fáa vegleiðing her.
Les meiri um útbúgvingina her.

Brúgvin - eftirskúli

Melda teg til her

Lestrartíð: 1 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Mai

Fylg okkum