Søk um upptøku til í august her Søk um upptøku til í januar her
Lestrartíð:

4 ár

Skúlabyrjan:

August og januar

Umsóknarfreist:

 

Upptøka í august:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Upptøka í januar:
Kvota 2 - 15. november
Kvota 1 - 15. november

Tal av upptiknum næmingum:

25

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 240
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS

Bachelor

Sjúkrarøktarfrøðingur

B.Sc.
Bachelor of Science in Nursing

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika eftir lokna útbúgving at kunna virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingur og vera við í fakligum og tvørfakligum samstarvi.

Filmur um útbúgvingina er her.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin skal, í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt, geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnleika.

Útbúgvingin fevnir um ástøðiliga undirvísing á Setrinum samanlagt í 2½ ár og kliniska undir­vísing samanlagt í 1½ ár á ymsum deildum á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, viðgerðar- og fyribyrgingarstovnum, í heimatænastuni kring landið og í venjingarstovu á Setrinum.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað í 16 eindir. Eind 1 – 14 eru 15 ECTS. Eind 15 er 10 ECTS  og Eind 16 er 20 ECTS.

Lestrarárið byrjar í viku 34 og endar í viku 25. Summarfrí er í juli og august. Broytingar kunnu koma fyri orsakað av fastløgdum feriudøgum. Lesandi verða kunnað, áðrenn lestrarárið byrjar.

1 vika er 1,5 ECTS. Arbeiðsbyrðan hjá lesandi er roknað at vera í minsta lagi 40 tímar um vikuna.

Søk um upptøku til í august her Søk um upptøku til í januar her
Lestrartíð:

4 ár

Skúlabyrjan:

August og januar

Umsóknarfreist:

 

Upptøka í august:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Upptøka í januar:
Kvota 2 - 15. november
Kvota 1 - 15. november

Tal av upptiknum næmingum:

25

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 240
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 kr. fyri hvørt ECTS

Talva, sum lýsir eindirnar
Feb.-apríl vika 5-14
Eind 3 (13Á+2K) Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (A)
15 ECTS
Eind 7 (10Á+8K) Sjúkrarøkt til eldri. Sjúkrarøkt til varandi sjúk (A). Endurmenning
15 ECTS
Eind 11 (15Á) Menning og góðskutrygging. Valvfrítt evni í sjúkrarøkt - verkætlan
15 ECTS
Eind 15 (7Á+3K) Valfrí eind. Evni/øki í mun til ritgerðarevni
10 ECTS
Apríl-juni vika 16-25
Eind 4 (15Á) Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (B)
15 ECTS
Eind 8 (12K) Sjúkrarøkt til eldri. Sjúkrarøkt til varandi sjúk (B). Endurmenning
15 ECTS
Eind 12 (3Á+12K) Sjúkrarøkt til menniskju við sálarligum sjúkum.
15 ECTS
Eind 16 (20Á) Bachelorritgerð
20 ECTS
Sept.-nov. vika 34-43
Eind 1 (15Á) Mannkroppurin og grundleggjandi tørvir (A)
15 ECTS
Eind 5 (15K) Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (klinik)
15 ECTS
Eind 9 (12Á+3K) Heilsufremjandi og fyribyrgjandi sjúkrarøkt í samfelagsligum høpi
15 ECTS
Eind 13 (6Á+9K) Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum
15 ECTS
Nov.- jan. vika 45-3
Eind 2 (14Á+1K) Mannkroppurin og grundleggjandi tørvir (B)
15 ECTS
Eind 6 (14Á+1K) Sjúkrarøkt til børn og familju
15 ECTS
Eind 10 (12Á+3K) Sjúkrarøkt til bráð- og álvarsliga sjúk. Alternativ røkt og viðgerð. Linnandi sjúkrarøkt
15 ECTS
Eind 14 (15K) Sjúkrarøkt og sjálvstøðug yrkisútinnan og leiðsla
15 ECTS
Summarfrí er í viku 26-33

Próvtøkur

Hvør eind endar við próvtøku.

Próvtøkurnar eru skipaðir sum skrivligar próvtøkur, skrivligar próvtøkur við munnligari próvhoyring/framløgu, skrivligar próvtøkur við praktiska útinnan og munnligari próvhoyring.

Kliniskir førleikar verða mettir við støðumeti.

Útbúgvingin endar við skrivligari bachelor ritgerð.

Upptøkutreytir

Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Tey, sum søkja inn at lesa sjúkrarøktarfrøði, skulu hava fyrstuhjálparprógv. Er prógvið eldri enn 3 ár tá umsóknarfreistin er, skal skeiðið takast umaftur. Prógvið skal sendast inn saman við umsoknini.

Sjúkrarøktarfrøðiskúlin skipar fyri skeiði í fyrstuhjálp, áðrenn farið verður undir skúlaárið. Lesandi rinda skeiðskostnaðin.

Starvsmøguleikar

Við útbúgvingini sum sjúkrarøktarfrøðingur fært tú førleika til at røkta sjúk fólk í øllum aldrum og lívsstøðum. Tú fært eisini førleika at fyribyrgja sjúku og fremja heilsu.

Framhaldandi útbúgving

Sum B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði hevur tú eitt fakligt grundarlag til master- ella kandidatútbúgvingar bæði innan sjúkrarøktarfrøði og á øðrum økjum.

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda til Johild Dulavík, lestrarvegleiðara johild.dulavík@skulin.fo, + 298 292265 ella til Annemi Joensen, útbúgvingarleiðara, annemij@setur.fo, +298 292263.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya
 

Sjúkrarøktarfrøðislesandi á Fróðskaparsetur Føroya

Alisa Joensen, 25 ár

Útbúgvingin snýr seg um menniskjað. Hvussu tað likamliga, sálarliga, andaliga og sosiala ávirkar heilsu, avlamni og tað at vera doyggjandi. ”

Hví skal ein velja hesa útbúgvingina?

Um man ynskir at arbeiða við menniskjum, ikki er bangin fyri avbjóðingum og veruliga vil gera mun, so haldi eg, at hetta er ein ordiliga góð útbúgving og harafturat er útbúgvingin so fjølbroytt, at tú kanst arbeiða allastaðni í verðini”.