Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2021
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 20

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS

Bachelor

Orkuvísind

B.Sc.
Bachelor of Science in Energy

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi vitan um og praktiskar førleikar innan burðardygga orkuveiting, burðardygga orkunýtslu og um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri umhvørvi og samfelag.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur góðar førleikar í stødd-, alis- og orkufrøði við atliti at m.a. burðardyggari og umhvørvisvinarligari veiting av orku. Komið verður t.d. inn á, hvussu vaksandi orkutørvurin kann nøktast, og eisini hvat gerast kann fyri at minka um orkunýtsluna.

Útbúgvingin er løgd soleiðis til rættis, at tú eftir fyrsta árið eftir nærri avtalu um val av skeiðum kanst fáa munandi ávirkan á innihaldið í tíni útbúgving.

Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu.

Fyri samfelag okkara er tað ein serstøk avbjóðing, at samband ikki er til aðrar orkuveitarar ígjøgnum eitt felags veitingarnet. Tí er týdningarmikið at fáa eina burðadygga lokala loysn, so Føroyar í størst møguligan mun kann verða sjálvforsýnandi við orku.

Skipan av útbúgvingini

Bachelorútbúgvingin í orkuvísindum tekur trý ár; nøkur skeið eru kravd, meðan onnur kunnu kunnu veljast eftir egnum áhuga.

Útbúgvingin hevur nógvan samlestur við Orkuverkfrøði. Í mun til Orkuverkfrøði er eingin starvsvenjing og meiri frælsi at velja skeiðsinnihald eftir egnum ynski.

Útbúgvingin endar við eini verkætlan, har tann lesandi fær høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, ið útbúgvingin fevnir um.

Endaliga verkætlanin kann gerast í samstarvið við stovnar ella feløg eftir egnum ynski.

Útbúgvingin er uppbygd á henda hátt:
1. lestrarár er skipað við grundskeiðum í støddfrøði, orkuverkfrøði og alisfrøði
2. lestrarár er skeið í stødd, alis og evnafrøði, innleiðandi elverkfrøði umframt skeið eftir egnum ynski.
3. lestrarár eru skeið innan orkuverkfrøði, forritan, skeið eftir egnum ynski umframt bachelorverkætlan.

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig

1. 
lestrarhálva

2. 
lestrarhálva

3. 
lestrarhálva

4. 
lestrarhálva

5. 
lestrarhálva

6. 
lestrarhálva

Støddfrøði 1

10 ECTS

Støddfrøði 1

10 ECTS

Thermo-
dynamikkur

5 ECTS

Støddfrøði 2

5 ECTS

Orka og 
inniklima

5 ECTS

Bygnings-
installatión

7,5 ECTS

Mekanikkur

10 ECTS

Elektro-
magnetisma

7,5 ECTS

Innleiðandi 
elfrøði

5 ECTS

Stýriverkfrøði

5 ECTS

Vindorka

7,5 ECTS

Vallærugrein

7,5 ECTS

Innleiðandi 
orkuverkfrøði

7,5 ECTS

Varandi 
orka

7,5

Evnafrøði

5 ECTS

Elektriskar 
maskinur

5 ECTS

Forritan

5 ECTS

Bachelor 
verkætlan

15 ECTS

Líkinda-
ástøði

5 ECTS

Hagfrøði

5 ECTS

Vallærugrein

15 ECTS

Vallærugrein

15 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

 

Vallærugreinirnar eru ongar 1. ári, 30 ECTS á 2. ári og 17,5 ECTS á 3. ári.

Upptøkutreytir

Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv við:

  • Støddfrøði á A-stigi við miðaltalinum minst 8 eftir 13-stiganum og minst 6 eftir 7-stiganum
  • Alisfrøði á B stigi
  • Evnafrøði á C stigi

Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:

  • Minst 9 eftir 13-stiganum ella í minsta lagi 7 eftir 7-stiganum

Hjá teimum, ið søkja inn eftir kvotu 2 kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Undirvísingin gongur fyri seg á og er bygd á tilfar á føroyskum, donskum og enskum. Vit vænta tí, at tey lesandi hava nøktandi førleika á hesum málum.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.

Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.

Framhaldandi útbúgving 

Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi.

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Johonnu Lindenskov Joensen, lestrarvegleiðara, johannaj@setur.fo, +298 292526 ella til Toke Meier Carlsen, útbúgvingarleiðara, tokemc@setur.fo, 298 292566.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2021

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum