Lestrartíð: 1/2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: 12. august
Tal av upptiknum næmingum: 6-12
Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Klaksvík
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Maritim útbúgving

Grundskeið til skipsatstøðara

Ship Assistent I

Grundskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara gevur næminginum grundleggjandi ástøðiligar og verkligar førleikar, so at næmingurin er førur fyri at átaka sær alt fyrifallandi arbeiði á dekki og í maskinrúmi umborð á skipi á tryggan og fullgóðan hátt.

Endamálið við grundskeiðinum í útbúgvingini til skipsatstøðari er harumframt at virka sum fyrsti partur í framhaldandi útbúgving við sigling og endaskeiði til fulltiknan skipsatstøðari.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin til skipsatstøðari skal lúka krøvini til sjóvinnu og vaktarhald sbrt. STCW-sáttmálanum, áseting VI/1 um grundleggjandi upplæring í trygd og ástøðiliga partinum sbrt. áseting II/4 um vaktarhald.

Førleikarnir eru kunnleiki til vanligt fyrifallandi arbeiði umborð á skipi, til brúgvarvakt, arbeiði við skipsatstøði og í maskinrúmi við vanligum amboðum og maskinum, almennan kunnleika til, hvussu skip eru uppbygd, innrætting, maskinarí og aðra útgerð. Eisini fært tú kunnleika til vandan fyri heilsu og trygd, tá ið arbeitt verður, so at vanlukkur og arbeiðsskaðar kunnu fyribyrgjast.

Grundskeiðið til skipsatstøðari skal eisini geva næminginum neyðugu amboðini at menna seg í felagsskapinum, sum er neyðugur sum skipsmanning.

Frálæran fevnir m.a. um veðurlæru, sjóreglur og samskifti, skipatøkni, siglingarlæru, maskin­læru, hav og umhvørvi, trygd á sjónum, praktiskan sjómansskap, viðlíkahald og smiðjulæru. Eisini fært tú skeið innan trygd, bátaføring, roykkaving, reinføri, maritimt enskt, tangaskipaskeið og verndaransni (ISPS).

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst:

  • fráfaringa­roynd fólkaskúlans
  • at umsøkjarin er fyltur 17½ ár við skúlabyrjan
  • galdandi heilsuprógv fyri sjófólk við ongum avmarkingum og
  • er skikkaður til útkikk.

Umsøkjari, sum er fyltur 16 ár, kann tó verða upptikin á grundskeið í útbúgvingini til skips­atstøðari, um viðkomandi umsøkjari hevur gjørt útbúgvingaravtalu við eitt reiðarí.

Framtíðarmøguleikar

Grundskeið til skipsatstøðara gevur saman við 9 mánaðar siglingartíð við skipi yvir 20 BT atgongd til framhaldandi lestur til skipara.

Grundskeið sum skipsatstøðari, dugnaskaparroynd og 3 mánaðir siglingartíð við havgangandi skipum yvir 20 BT gevur rætt til at verða stýrimaður á handilsskipum millum 20–99 BT út á 200 fjórðingar frá grundlinjunum t.e. stranda- og heimasigling.

Grundskeið sum skipsatstøðari, dugnaskaparroynd og 3 mánaðir siglingartíð við havgangandi skipum yvir 20 BT gevur rætt til at verða skipari og stýrimaður umborð á fiskiskipum millum 15–24 metrar til longdar, og við einum dimensiónstali á 100 ella yvir út á 200 fjórðingar frá grundlinjunum t.e. eisini stranda- og heimasigling.

Grundskeiðið til skipsatstøðara gevur rætt til framhaldandi lestur til endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara. Eftir at hava verið í starvi sum ófulltikin skipsatstøðari umborð á havfarandi handilsskipi størri enn 20 BT í minsta lagi í 6 mánaðar ber til at byrja endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara.

Meiri kunning

Sjónám – www.sjonam.fo

Tú kanst venda tær til Boga Gardar, undirvísingarleiðara, bogi@sjonam.fo, tlf. 665888.

Lestrartíð: 1/2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: 12. august
Tal av upptiknum næmingum: 6-12
Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Klaksvík
Lestrarstuðul:
Lestrarlán: