Er tøkt her

Lestrartíð: 1 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 15. mars

Útbúgvingarstovnur
Glasir
Miðnámsskúlin í Suðuroy
Miðnám á Kambsdali

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Hov, Kambsdalur

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Yrkisnám

FHS Yrkisnám

Endamálið við útbúgvingini er støðisútbúgving til at fara í læru innan fyrisiting, handil og skrivstovu. 

Við rættari samanseting av lærugreinum í FHS Yrkisnámi hevur tú eisini møguleika at fara inn á annað árið á búskaparbreytini, har tú eftir tveimum árum kanst taka eitt gymnasialt miðnámsprógv.

Um útbúgvingina

Á FHS verður dentur lagdur á handilslig og samfelagslig evni, eitt nú roknskap og marknaðarføring og samfelagsfak. Eisini verður dentur lagdur á mál og kunningartøkni.

Við FHS Yrkisnámi er møguligt at taka yrkisútbúgvingar innan:

  • Handil og smásølu – sum søluatstøðingur
  • Heilsølu við sergrein – sum handilsatstøðingur
  • Skrivstovuútbúgving við grein í fyrisiting

Eisini hevur tú møguleika at útbúgva teg innan skrivstovuyrkið við sergrein sum advokatskrivari, læknaskrivari, innan almenna fyrisiting, búskap, ferðavinnu, grannskoðan umframt speditión og shipping.

Við FHS-prógvi er lærutíðin innan skrivstovu ella handil 3 ár.

Við prógvi frá búskaparbreytini er lærutíðin innan skrivstovu og handil 2 ár, meðan hon er 2½ ár við hinum gymnasialu breytunum.

Um ein fer í læru uttan nakað miðnámsprógv, er lærutíðin 4 ár, og tá skalt tú taka FHS-prógv tey fyrstu trý árini av lærutíðini.

Skipan av útbúgvingini

FHS Yrkisnám er sett saman av yrkislærugreinum og almennum lærugreinum.

Flest allar lærugreinar á FHS enda við C stigi.

Eisini er møguleiki at velja tvær ella tríggjar lærugreinar úr vallærugreinayvirlitinum omanfyri. Velur tú støddfrøði C, skalt tú velja eina aðra vallærugrein, og hevur tú tá møguleika at halda á fram á øðrum ári á búskaparbreytini.

Velur tú ikki støddfrøði C, skalt tú velja 3 vallærugreinar, og hevur tú tá ikki møguleika at halda á fram á øðrum ári á búskaparbreytini. Grundin til, at tú bert kanst hava tvær vallærugreinar, um tú velur støddfrøði C er, at støddfrøði C er so stórt í vavi við útbúgvingartíð og næmingatíð og er líka arbeiðskrevjandi sum tvær av hinum lærugreinunum.

Kravdar lærugreinar Vallærugreinar
Føroyskt C Ítróttur og Heilsa C
Enskt C Dekoratión C
Sølubúskapur C Innovatión C
Virkisbúskapur C Støddfrøði C
Samfelagsfrøði C Forritan C
Kunningartøkni C  
Lestrarmenning  


Nakað er sjálvandi vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeið eru týdningarmiklir partar av gerandisdegnum. Á FHS fært tú møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.

Virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á FHS.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Næmingar, sum fara í læru, og sum hava miðnámsútbúgving frammanundan, kunnu søkja inn á FHS Yrkisnám sum stakgreinalesandi/lærlingur.

Framhaldandi útbúgving 

Á FHS Yrkisnámi fært tú førleikar, ið geva tær møguleikar at fara undir:

  • yrkisútbúgving við trý ára lærutíð innan fyrisiting, handil ella skrivstovu
  • søkja inn á 2. árið á búskaparbreytini

Um tú vilt søkja inn á 2. árið á búskaparbreytini, skalt tú hava FHS Yrkisnámsprógv við nóg góðum úrsliti og svarandi til førleika á C-stigi í øllum lærugreinum á fyrsta ári á búskaparbreytini. Ein treyt er, at tú tekur lærugreinina ítrótt og heilsu C, áðrenn tú fært prógv sum búskaparstudentur.

Á Glasi ber til at taka yrkisútbúgvingar innan:

●       heilsølu og smásølu við sergrein sum handilsatstøðingur

●       skrivstovu við sergrein í fyrisiting

Harumframt kanst tú útbúgva teg innan skrivstovuyrkið við sergrein sum advokatskrivari, innan almenna fyrisiting, fyrisiting, læknaskrivari, grannskoðan, speditión/shipping, og ferðavinnu. Skúlaskeið verða tikin í Danmark..

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo
Miðnám á Kambsdali – www.kambsdalur.fo
Minámsskúlin í Suðuroy - www.midnam.fo

 

 

 

Er tøkt her

Lestrartíð: 1 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 15. mars

Útbúgvingarstovnur Glasir Miðnámsskúlin í Suðuroy Miðnám á Kambsdali

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Hov, Kambsdalur

Lestrarstuðul:

Fylg okkum