Lestrartíð: 2 ár og 3 mðr. - 3 ár og 3 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina
Útbúgvingarstaður: Danmark
Lestrarlán:

Ídnaðarslaktari

Ein ídnaðarslaktari arbeiðir við at slakta, stykkja sundur, skera upp og at beina út. Ein týdningar­mikil partur av arbeiðinum er at skera kjøt út, so tað hóskar til eftirspurningin, t.d. at salta ella roykja.

Útbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um at slakta og at stykkja sundur og at útbeina.

Sum ídnaðarslaktari lærir tú at kanna dygdina á kjøtinum og at brúka hjálpartól á sláturvirkjum.

Tú kanst enda útbúgvingina við sergrein sum ídnaðarslaktari ella við sergrein sum góðskari, svínaslaktari ella kríatúrslaktari. Tú kanst eisini enda útbúgvingina sum ídnaðarslaktari uttan sergrein.

Ídnaðarslaktari lærir vanligar uppgávur í sambandi við at slakta og um trygd og reinføri. Útbúgvingin til ídnaðarslaktara tekur 2 ár og 3 mðr.

Ídnaðarslaktari við sergrein sum góðskari lærir at framleiða saltaðar, kókaðar og royktar kjøtvørur, og tú fært kunnleika til ymsar haldførishættir.

Ídnaðarslaktari við sergrein sum svínaslaktari lærir um viðurskifti í sambandi við at slakta svín, at meta um framleiðslusløg og at fáa sum mest burtur úr framleiðsluni.

Ídnaðarslaktari við sergrein sum kríatúrslaktari lærir ymsu uppgávurnar í sambandi við at slakta oksar, t.d. at bólka djórini, at leggja til rættis og at slakta. Útbúgvingin til ídnaðarslaktara við sergrein tekur 3 ár og 3 mðr.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um, at beina út skinkur, miðstykki og frampartar og at skera út og útbeina kjøt. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. rokning og kostnaðarmeting, danskt, arbeiðsskipanar­læru, KT og samfelagsfrøði.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       hevur áhuga fyri matvørum

●       ert kropsliga væl fyri

●       kanst arbeiða skjótt

●       ert hugaður at loysa ymsar arbeiðsuppgávur

●       kanst arbeiða saman í arbeiðsliði

●       hevur skil fyri reinføri

●       ert hugaður at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Ídnaðarslaktari kann arbeiða hjá einum slaktara sum rakstrarleiðari ella slaktarameistari.

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Ætlar tú tær at fara undir framhaldandi útbúgving, hevur tú atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Yrkisútbúgvingin til ídnaðarslaktara við sergrein er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Ídnaðarslaktari uttan sergrein er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

 

Lestrartíð: 2 ár og 3 mðr. - 3 ár og 3 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina
Útbúgvingarstaður: Danmark
Lestrarlán: