Søk um upptøku her
Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: August
Tal av upptiknum næmingum: 12-18, alt eftir tørvi
Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Klaksvík
Serbreyt innan yrkisnám

Serbreyt innan handverksyrkið

Endamálið er at menna tann einstaka til sjálvstøðuga lívsførslu.

Serbreytin er ætlað næmingum millum 16 og 25 ár, sum hava ynski um at nema sær førleikar í yrkisnámi, men ikki megna at fáa sær fulla útbúgving í verandi útbúgvingarskipan.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin er ætla til persónliga menning, bæði fakliga, likamliga, listarliga og sosialt, og full luttøka í samfelagnum. Sostatt er ein týðandi táttur í lærumálunum at læra seg at vera virkin partur av samfelagnum. Tað er eyðsæð, at ein lærir best at liva í samfelagnum við at vera í samfelagnum.

Undirvísingin á serbreytini tekur støði í tí einstaka, sum verður førleikamettur eftir serligari skipan, ið verður brúkt at skjalprógva førleikar hjá einstaka næminginum.

Tað er umráðandi at gera greitt, at miðnám merkir ikki endiliga eitt studentsprógv ella vanligt yrkisprógv, men heldur, at talan er um skúlastig millum fólkaskúla og víðari lestur ella arbeiðslívi. Innihaldið á serbreyt er rættiliga nógv øðrvísi enn á miðnám og á hinum yrkisútbúgvingunum,  undirvísingin verður lagað eftir førleikanum hjá einstaka næminginum, soleiðis at hann kennir at hann megna uppgávuna og upplivir ein innihaldsríkan gerandisdag í samskifti við javnaldrar, har ein verður virdur sum menniskja hóast avmarkingar.

Skipan av útbúgvingini

Undirvísingin á serbreytini er einstaklingalagað, har dentur verður lagdur á samleikamenningina og trivnaðin. Undirvíst verður í smáum bólkum, bæði í vanligum lærugreinum á hóskandi stigi, og í sosialum førleikum, at duga at handfara egið lív, fólkaræði, samstarv, dannilsi, o.s.fr. harafturat verður undirvíst í ymiskum handverksyrkjum og kropp og heilsu.

Útbúgvingin er ætlað at vara í 4 ár, har eitt ár er starvsvenjing. 

Skúladagurin er heldur styttri enn vanligt – hjá verandi flokki er skúladagurin soleiðis:

Mánadag til hósdag kl. 8.10 til kl. 13.25
Fríggjadag kl. 8.10 til kl. 11.25.

Próvtøkur

Heldur enn at nýta vanliga próvtalsstigan, verða avrikini á serbreytini eftirmett eftir OCN-skipanini.

OCN stendur fyri Open College Network, ið er ein viðurkend skipan, sum verður nýtt um allan heim.

Meiri kunning

Glasir

Søk um upptøku her
Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: August
Tal av upptiknum næmingum: 12-18, alt eftir tørvi
Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Klaksvík