Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Upptøkuroyndir eru í mai, tó ber til at søkja um upptøku alt árið
Útbúgvingarstovnur
Tórshavnar Musikkskúla
Útbúgvingarstaður
Tórshavn
Lestrarkostnaður: kr. 2.400 um árið
Endamálið við útbúgvingini er at røkka tekniskum, musikalskum og teoretiskum grundarlagi fyri at arbeiða sum kirkjutónleikari við høvuðsdenti á orgul og kórleiðslu.
Orgulleikaraútbúgvingin er ein 3 ára parttíðarútbúgving
Útbúgvingini gevur tí lesandi førleikar at røkja tónleikaligar og aðrar tónleikakirkjuligar uppgávur í føroysku fólkakirkjuni. Harumframt at vera partur av øðrum tónleikaligum virki, ið er partur av kirkjuligu tænastunum.
Útbúgvingin er skipað við hesum innihaldinum:
Vikutímatalið hjá næminginum er í miðal 3,5 tímar.
Lærumálini eru:
Orgul sum høvuðslærugrein kann vera samskipað við høvuðslærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini.
Upptøkuroynd er til orgulleikaraútbúgvingina.
Næmingar, ið verða mettir at standa eina preliminera orgulleikaraútbúgving eftir 3 ára útbúgving, kunnu verða upptiknir.
Vegleiðandi byrjanarstig er ájavnt 4. stigi hjá Associated Board of The Royal Schools of Music.
Kommunali musikkskúlaleiðarin og faklærari standa fyri upptøkuroyndini.
Próvtøkur verða hildnar á hvørjum ári og so hvørt, ið námið á ymsu lærugreinunum er liðugt.
Preliminera orgulleikaraútbúgvingin endar við próvtøku.
Til ber at brúka útbúgvingina til at søkja inn á konservatorie í útlondum, hóast tú har skalt til nýggja upptøkuroynd.
Útbúgvingin gevur urguleikarum førleikar at virka sum urguleikarar í Føroysku fólkakirkjuni og øðrum samkomum.