Søk um upptøku her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: 1. juni

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

ECTS: 120

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Yrkisakademiútbúgving

Tænastubúskapur

Endamálið við útbúgvingini er at fáa førleikar innan tænastuvinnu. Tú lærir um fyriskipan, búskap og vinnutreytir hjá tænastuvinnuni. Eisini lærir tú um marknaðir, kundarelatiónir, innovatión og strategi. 

Um útbúgvingina

Glasir samstarvar við CPH Business í Keypmannahavn í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið "Servicesøkonom". Fyri tann lesandi merkir hettar fyrst og fremst at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar, og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.

Undirvíst verður á føroyskum, men roknast kann við, at bæði danskt og enskt mál verður nýtt í sambandi við lesnað og próvtøkur.

Høvuðsevnini eru:

  • Tænasta og upplivingar
  • Virkisfatan
  • Samstarv og relatiónir
  • Virkismenning

Av teimum 120 ECTS stigunum hoyra 70 ECTS til tann kravda (obligatoriska) partin, meðan tey valfríu útbúgvingarevnini telja tilsamans 20 ECTS. 

At enda telja starvsvenjing og endalig próvtøkuverkætlan tilsamans 30 ECTS.

Talvan niðanfyri vísir yvirlit yvir útbúgvingarøkini:

Útbúgvingarøkini

Úbúgvingarøki 1. lestrarár 2. lestrarár
Tænasta og uppliving 15 ECTS  
Virkisfatan 15 ECTS  
Samstarv og relatiónir 15 ECTS  
Virkismenning   25 ECTS
Vallærugrein 15 ECTS 5 ECTS
Praktik   15 ECTS
Endaliga próvtøku verkætlan    15 ECTS
Tilsamans 60 ECTS 60 ECTS

Upptøkutreytir

Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina í Tænastubúskapi krevst, at umsøkjarin hevur lokið:

  • gymnasiala miðnámsútbúgving við Støddfrøði C ella Virkisbúskapi/vinnubúskapi C 
  • ella eina viðkomandi yrkisútbúgving

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri at arbeiða á fleiri økjum innan tænastuvinnuna í Føroyum og uttanlands t.d. á hotellum, matstovum, ferðaskrivstovum, flogfeløgum, eventskrivstovum og innan ítrótt, eins og tú kanst arbeiða innan “non-profit” øki, sum á søvnum og á almennum stovnum.

Framhaldandi lestur

Útbúgvingin gevur tær møguleika at søkja inn á hesar professiónsbachelor útbúgvingarnar á akademinum CPH Business i Keypmannahavn t.d.:

  • Altjóða tænastuleiðslu (hospitality management)
  • Ítróttastýring (sportsmanagement)
  • Altjóða handil og marknaðarføring
  • Innovatión og íverksetan

Á Glasi ber til at lesa professiónsbachelor í Innovatión og Íverksetan.

Ein professiónsbachelor kann halda fram á fleiri ymsum kandidat- og master útbúgvingum bæði í Føroyum, Danmark og aðra staðni.

Meiri kunning

Til ber at lesa meiri um útbúgvingina við at lesa námsætlanina her.

Les um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Glasi her.

Glasir

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: 1. juni

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

ECTS: 120

Lestrarstuðul:

Lestrarlán: