Lestrartíð:

4 - 4½ ár

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark

Gartnari (Urtagarðsfólk)

Ein gartnari røkir blómur, trø, urtapottar og grønmeti. Á skúlanum lærir tú, at sáa og at planta ymsan vøkstur, at vatna og taða.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er at leggja framleiðsluna til rættis, soleiðis at planturnar eru klárar at selja, tá ið kundarnir vilja keypa planturnar til vindeygakarmar, urtagarðar og vakstrarhús.

Um útbúgvingina

Á útbúgvingini lærir tú um ymsar plantur og eginleikar teirra. Alt eftir sergrein lærir tú um plantuframleiðslu í vakstrarhúsi, gartnaríum og á plantiskúlum.

Tú fært vitan um, hvussu moldin skal verða viðgjørd, og hvussu tú røkir planturnar, so at tær hava góðar vakstarmøguleikar. Tú lærir ymsar hættir at vatna planturnar, um taðingar‑
viðurskifti, og hvussu tú verjir planturnar ímóti skaðadjórum og sjúku. Eisini lærir tú at brúka maskinur og tøkniligar innleggingar. Tú fært eisini kunnleika til handilsskap, sølu og marknaðarføring.

Tú kanst enda útbúgvingina sum:

  • gartnararatstøðari
  • vakstrarhúsatstøðari
  • plantuskúlaatstøðari
  • havasentur-gartnari.

Gartnaraatstøðarar arbeiða í vakstrarhúsum, á plantuskúlum ella í frílendisgartnarí serliga við at ansa eftir og trøkta planturnar, skilja og flokka planturnar og gera tær klárar til at selja.

Vakstrarhús-gartnarar røkja plantur í stórum vakstarhúsum. Tú leggur til rættis framleiðsluna og ger planturnar klárar at selja, ansar plantunum og verjir tær móti sjúku og skaðadjórum. Eisini handfert tú tøkniligar innleggingar í vakstrarhúsum.

Plantuskúla-gartnarar plantar t.d. trø og runnar ella smærri urtagarðsplantur í plantiskúlum og frílendisgartnaríum ella fæst við frukt- ella berjaframleiðslu. Tú leggur framleiðsluna til rættis og handfert maskinur og tøknilig hjálpitól.

Havasentur-garnarar arbeiðir í havasentrum, á plantiskúlum ella í øðrum fyritøkum við plantusølu. Tú røkir planturnar og arbeiðir við innkeypi, sølu og marknaðarføring. Ein týdningar­mikil partur av arbeiðinum er at ráðgeva kundunum.

Gartnaratstøðingur tekur 2 ár og 7 mðr. Sergreinirnar vakstrarhús-, plantuskúla-og havasentur- gartnarar taka allar 4 ½ ár.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir ímillum starvsvenjing og skúla. Tú kanst velja millum ymsar sergreinir.

Frálæran fevnir m.a. um mold, vatn og føðslu, plantudyrking og plantuheilsu. Tú skalt eisini hava lærugreinir sum t.d. umhvørvi, mál og altjóða viðurskifti.

Tú endar útbúgvingina við einari sveinaroynd.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur hug til kropsligt arbeiði uttandura á plantiskúlum ella innandura í vakstrarhúsum
  • ert fyrireikaður til, at uppgávurnar eru ymiskar alt eftir árstíð
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • kennir ábyrgd fyri og hevur áhuga fyri heilsu og trivnaði hjá plantum
  • við sergrein sum handilsurtagarðsfólk er neyðugt, at tú hevur skil fyri tænastu og at tosa við kundar.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi og próvtalið 02 í donskum og støddfrøði.

Starvsmøguleikar 

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða í frílendisgartnaríum ella gartnarí við stórum vakstrar­húsum, á plantuskúlum ella í havasentrum.

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til hesar vinnuakademiútbúgvingar:

  • Jarðarbrúkstøkningur
  • Framleiðslutøkningur

Eisini hevur tú atgongd til hesar professións bachelor útbúgvingar:

  • Urtagarðs- og parkverkfrøðingar  (legg til merkis ávísu upptøkukrøvini)
  • Viðarlunds- og landskapsverkfrøðingur  (legg til merkis ávísu upptøkukrøvini)

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til vakstrarhús-, plantuskúla- og havasentur-garnarar er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Gartnaraatstøðari er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

MEIRI KUNNING

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin - www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð:

4 - 4½ ár

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark