Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: 15. mars

Útbúgvingarstovnur
Miðnám í Vestmanna

Útbúgvingarstaður
Vestmanna

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Gymnasial miðnámsútbúgving

Tilfeingisbreyt

Á tilfeingisbreytini verður serliga undirvíst í náttúruvísindaligum lærugreinum, og breytin er serliga ætlað teimum, sum hava áhuga fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardyggari gagnnýtslu av náttúrutilfeinginum. Tí er talan um eina grøna breyt.

Eitt av eyðkennunum við tilfeingisbreytini eru arbeiðshættirnir, sum eru øðrvísi enn tað, sum tú kennir frá fólkaskúlanum. Undirvísingin er fyri stóran part skipað sum verkætlanir við grundarlagi í arbeiði á starvsstovu, á granskingarstovnum og úti í náttúruni, har tú sleppur at royna skúlalærdóm í verki.

Námsferðir, virkisvitjanir og smáar verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanligar á tilfeingisbreytini.

Felags- og breytarlærugreinar

Føroyskt A

Evnafrøði B

Søga C

Ítróttur og heilsa C

Tilfeingi A

Lívfrøði B

Tilfeingisfrøði B

Samfelagsfrøði C

Vallærugreinir

Á tilfeingisbreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinar. Tá ið tær verða valdar, er ein treyt, at ein teirra skal lyfta eina felags- ella breytarlærugrein frá B til A. Hetta tryggjar, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið við breytini.

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

●       fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni

●       lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði

●       lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.

Tú skalt hava lokið royndirnar nevndar omanfyri við nóg góðum úrsliti og vera førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt. Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu eftir henni. Vilt tú verða upptikin á tilfeingisbreytina, skalt tú helst hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi í 2 ár í alis-/evnafrøði.

Próvtøkur

Endamálið við próvtøkum og royndum er at skjalprógva, í hvønn mun próvtakarin hevur rokkið teimum málum og lýkur tey krøv, sum ásett eru í teimum einstøku útbúgvingunum og í teimum einstøku lærugreinunum. 

Samlaða talið av próvtøkum skal í minsta lagi vera 8. Í minsta lagi 3 skulu vera skrivligar og í minsta lagi 3 skulu vera munnligar.

Á tilfeingisbreytini telur verkætlanin í ávíkavist tøkni A og tilfeingi A sum ein skrivlig próvtøka.
Afturat próvtøkunum telur breytaverkætlan, ið allir næmingar gera, sum ein próvtøka á endaliga próvnum.

Framtíðarmøguleikar

Við prógvi frá tilfeingisbreytini er tað mest sjálvsagt at lesa náttúruvísindaligar lærugreinar, sum t.d. lívfrøði, tilfeingisfrøði, umhvørvisvísund og umhvørvisbúskap, um tú fert at lesa á hægri lærustovni, men tú kanst eisini velja aðra útbúgvingar­leið.

Prógvið gevur almennan lestrarførleika javnsett hinum breytunum við teimum avmarkingum, sum hægri útbúgvingarstovnar seta um ávís stig í ávísum læru­greinum. Við próvnum kanst tú tó eisini skapa tær eina framtíð sum t.d. náttúruvegleiðari, lívfrøðiatstøðingur ella íverksetari.

Meiri kunning

Miðnám í Vestmanna

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: 15. mars

Útbúgvingarstovnur Miðnám í Vestmanna

Útbúgvingarstaður
Vestmanna

Lestrarstuðul:

Fylg okkum