Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 1. august. Upptøka er annað hvørt ár, næstu ferð í 2020

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Akademistig

HD 1. partur

HD er ein framhaldsútbúgving innan leiðslu og vinnubúskap skipað sum parttíðarútbúgving.

HD er skipað í ein 1. part og 2. part. HD 1. partur gevur tær eitt vinnubúskaparligt grundstøði, sum gevur tær førleikar til at verða tikin upp til 2. part.

Útbúgvingin er til tín, sum ynskir møguleikan afturat tínum vinnuroyndum at fáa eina ástøðiliga útbúgving og fáa førleikar innan leiðslu, búskap og fyriskipan. 

Um útbúgvingina

HD 1. partur verður boðin út í samstarvi millum Glasir og Århus Universtitet. Undirvísingin fer fram á føroyskum. Undirvísingartilfarið er enskt og danskt. Próvtøkur, bæði munnligar og skrivligar, eru á donskum.

Á HD 1. parti er møguligt at førleikamenna teg innan vinnubúskap, dátugreining, samfelagsbúskap, vinnulívsrætt og háttalæru. Eisini velur tú tvær vallærugreinar. Útbúgvingin endar við eini stórari verkætlan.

HD 1. partur er ikki ein sjálvstøðug útbúgving, men partur av einari útbúgving. HD verður boðin út í samstarvi millum Glasir (Føroya Handilsskúla) og Århus Universitet. Útbúgvingin er sett saman av tveimum pørtum, HD 1. parti, sum er hægri búskaparlig grundútbúgving, og HD 2. parti, har tú hevur møguleika at velja sergrein.

HD 1. partur er settur saman av 6 lærugreinum, ið fevna um ½-1 ár, tað er 1 ella 2 semestur. Sostatt tekur útbúgvingin 2 ár um tú lesur innan vanliga tíð.

Undirvísingin, ið er á Glasi við Marknagil í Havn, er vanliga mána- og mikudag kl. 16.00-19.15. Hvør lestrarhálva er áleið 13 vikur. Heysthálvan er í tíðarskeiðinum september – desember við próvtøkum í januar. Várhálvan er í tíðarskeiðinum januar – mai við próvtøkum í mai/juni.

ECTS (European Credit Transfer System) lýsir arbeiðsbyrðuna, sum tú kann rokna við. 60 ECTS er fulltíðarlestur á hægri útbúgving í eitt ár. 1 ECTS fevnir um áleið 27,5 arbeiðstímar hjá tí lesandi. Hetta merkir eitt nú, at tú skal rokna við at nýta áleið 137 arbeiðstímar til t.d. lærugreinina Dátugreining (5 ECTS).

Um tú vilt vita meira um útbúgvingina og uppbygnaðin, ber til at lesa námsætlan (studieordning) ið tú finnur her.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin á HD 1. parti krevst gymnasial miðnámsútbúgving.  Nýggjur flokkur byrjar annað hvørt ár.

Til ber at søkja um undantak, um tú hevur aðra útbúgving á sama stigi. Tað er Århus Universitet, ið tekur støðu, tá søkt verður um upptøku við undantakið.

Áður var krav, at lesandi høvdu staðið støddfrøði B, men er hetta kravið dottið burtur. Undirvísingin á HD 1. parti er tó við útgangsstøði í førleikum, ið svara til støddfrøði B.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi.

HD 1. partur gevur tær møguleika fyri framhaldandi lestri á diplomstigi, t.d. HD 2. part.

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo

Er tøkt her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 1. august. Upptøka er annað hvørt ár, næstu ferð í 2020

Útbúgvingarstovnur Glasir

Fylg okkum