Er tøkt her

Lestrartíð: Upp til 4 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 15. mars. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2019

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Gymnasial miðnámsútbúgving

Serflokkur innan autismuøkið

Serflokkurin innan autismuøkið er ætlaður ungum, sum hava tørv á serliga skipaðum skúlatilboðum, har stuðulsfyriskipanir eru í og um neyðugt eftir skúlatíð.

Eyðkennið við serflokkinum er, at floksundirvísingin er serliga skipað og fer fram í flokki við fáum næmingum. Bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av gerandisdegnum. Í serflokki fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.

Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir eru vanlig í serflokkinum.

Serflokkurin hevur eina felags breyt, og næmingurin kann velja nakrar vallærugreinar. Hesar verða valdar eftir ávísum treytum fyri at tryggja, at prógvið uppfyllir formligu krøvini á breytini.

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

●       fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni

●       lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði

●       lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.

Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu eftir henni.

Framtíðarmøguleikar

Við einum prógvi frá serflokki hevur tú ognað tær førleika at søkja inn á ymsar hægri lærustovnar, alt eftir hvørjar lærugreinar eru og verða valdar.

Meiri kunning

Glasir, Hoydalar – www.glasir.fo

 

 

Er tøkt her

Lestrartíð: Upp til 4 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 15. mars. Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2019

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum