Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ½ ár
Skúlabyrjan: januar
Umsóknarfreist: 10. januar 2021

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Professiónsbachelorútbúgving

Byggifrøðingur

Professionsbachelor in Technology and Construction Management

Útbúgvingin gevur førleikar at leggja byggjarí til rættis og at samstarva við arkitektar, verkfrøðingar, entreprenørar og handverkarar.  

Tú lærir at leiða ymsu byggistigini og fært inlit í stigini frá hugskoti til klárt er at byggja.  

Um útbúgvingina

Útbúgvingin leggur serligan dent á planlegging, projektering og samskipan av byggi- og anleggsarbeiði. 

Dentur verður eisini lagdur at brúka talgild amboð og at byggingin verður framd burðardygt. 

Møguleiki er fyri framhaldslestri í Danmark. Glasir samstarvar við VIA Horsens í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið "Bygningskonstruktør".

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað soleiðis: 

1. hálvár: Sethús í einari hædd

2. hálvár: Sethús upp til 2½ hæddir

3. hálvár: Undanframleiðsla (størri elementbyggjarí)

4. hálvár: Íbúðarbygging í fleiri hæddum

5. hálvár: Endurnýggjan (renovering)

6. hálvár: Starvslæra (praktikk)

7. Endalig próvtøkuverkætlan

Undantikið tvær tær síðstu lestrarhálvurnar er nógv toymisarbeiði.

Eftir 3. hálvár er møguleika, at lesa til byggitøkning í Danmark, tað tekur ½ ár, les meiri her.

Somuleiðis geva tær tvær fyrstu lestrarhálvurnar merit til kort- og landmálingsteknikara, lesa meiri her.

Tú hevur møguleikan at fara í starvslæru hjá t.d. arktiktafyritøkum, entreprenør- og handverkarafyritøkum, ráðgevandi verkfrøðingum, veitarum innan byggitilfar, stovnum og kommunum.  

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst, at umsøkjarin hevur lokið:

  1. gymnasiala miðnámsútbúgving ella
  2. handverkaraútbúgving t.d.:
    húsasmiður
    snikkari
    múrari
    elektrikari
    Maskinsnikkari
    Bygningsmálari
    HVS-smiður/montørur v.m.

Um tú hevur tikið útbúgvingina byggitøkni, ella trý tey fyrstu hálvárini av byggitøkni útbúgvingini, kanst tú søkja um at sleppa beinleiðis inn á 4. lestrarhálvár á byggifrøði útbúgvingini. 

Framhaldandi lestur

Sum professiónsbachelor í byggifrøði hevur tú møguleika til kandidatlestur, sum Aalborg Universitet bjóðar út í Allaborg og í Keypmannahavn.

Hesar útbúgvingarnar eru cand. tech innan:

  • "Building Energy Design"
  • "Byggeledelse og Bygningsinformatik"
  • "Risk and Safety Management"
  • "Entreprenurial Engineering"
  • "Ledelse og informatik i byggeriet"
  • "Produktion"
  • "Surveying and Planning"

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Útbúgvingin er á 6. stigi í donsku førleikakarminum fyri lívlanga læru.  Førleikakarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr útbúgvingini.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin miðar m.a. ímóti størvum í byggivinnuni, hjá ráðgevandi
arkitektum/verkfrøðingum, í egnum virki, ella t.d. hjá virkjum, ið framleiða/selja byggitilfar.

Eisini starvast byggifrøðingar á stovnum, í kommunum og í bústaðarfeløgum.

Meiri kunning

Les um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Glasi her.

Meiri kunning fæst við at venda sær til Heðin Gásadal, heg@glasir.fo ella til lestrarvegleiðingina her.

Glasir 

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ½ ár
Skúlabyrjan: januar
Umsóknarfreist: 10. januar 2021

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán: