Fæst her
Lestrartíð:

1 ½ ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2023

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 90
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:

Innovatión og íverksetan

Innovation and Entrepreneurship

Endamálið við útbúgvingini er at fáa førleikar at byrja, reka og veksa um nýtt virki ella virksemi hjá verandi virki tvørtur um faklig mørk. Tú lærir at halda skil á allari tilgongdini, frá hugskoti til menning og útinnan.

Um útbúgvingina

Ein partur av útbúgvingini eru tríggir mánaðir í starvslæru, har tú kanst velja, um tú fert í starvslæru hjá eini fyritøku, ella í egnum virki, í Føroyum ella uttanlands.

Útbúgvingin hevur eisini fokus á altjóða viðurskifti. Tað ber til at fara uttanlands í starvslæru.

Skipan av útbúgvingini

Høvuðsevnini eru:

  • Innovatión, menning og vøkstur
  • Íverksetan
  • Virkismenning
  • Leiðsla
  • Starvslæra
  • Bachelor verkætlan

Yvirlit - lestrarár, lærugreinar og ECTS stig

Lærugreinar 1. lestrarár 2. lestrarár
Innovatión 10 ECTS  
Íverksetan 10 ECTS  
Virkismenning 10 ECTS  
Leiðsla 10 ECTS  
Valfrí útúgvignarevni 20 ECTS  
Starvslæra   15 ECTS
Bachelor verkætlan   15 ECTS

Upptøkutreytir

Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina í Innovatión og íverksetan krevst, at umsøkjarin hevur lokið:

  • eina yrkisakademi útbúgving, sum t.d. marknaðarførslubúskap, fíggjarbúskap, framleiðslutøkni ella byggitøkni
  • aðra útbúgving á akademi ella bachelor støði, sum annars líkur treytirnar fyri upptøku.

Framhaldandi útbúgving

Ein professiónsbachelor kann halda fram á fleiri ymsum kandidat- og master útbúgvingum bæði í Føroyum, Danmark og uttanlands.

Glasir samstarvar við CPH Business í Keypmannahavn í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark hevur heitið "Innovation og Entrepreneurship". Fyri tann lesandi merkir hetta fyrst og fremst, at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar, og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú m.a. starvast sum:
• Virkiseigari
• Verkætlanarleiðari
• Innovatións samskipari
• Menningar samskipari

Meiri kunning

Til ber at lesa meiri um útbúgvingina við at lesa námsætlanina her.

Les um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Glasi her.
 
Glasir

Fæst her
Lestrartíð:

1 ½ ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2023

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 90
Lestrarstuðul:
Lestrarlán: