Søk um upptøku her

Lestrartíð: 1¼ ár fulltíðarlestur, 2½ ár hálvtíðarlestur
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2021
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 10

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS

Bachelor

Maskinfrøði

B.Sc.
Bachelor in Marine Engineering

Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi kunnleika til støddfrøði, náttúruvísindi og tøknifrøði á bachelorstigi og møguleika fyri framhaldandi útbúgving.

Um útbúgvingina

Maskinmeistaraprógv gevur 135 ECTS og til tess at fáa bachelor prógv í Maskinfrøði krevst 75 ECTS afturat.

Dentur verður lagdur á lærugreinar í verkfrøði, sum maskinmeistarin ikki longu hevur havt. Serliga er talan um støddfrøði fyri verkfrøðingar (½ árs lestur), sum er í samstarvi við Danmarks Tekniske Universitet.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum fulltíðarlestur í 1¼ ár ella parttíðarlestur í 1½ - 2½ ár. Flestu skeiðini eru samskipað við útbúgvingina til BSc í Orkuverkfrøði.

Lestrarhálvur og skeið

1. lestrarhálva 2. lestrarhálva 3. lestrarhálva

Støddfrøði 1

10 ECTS

Støddfrøði 1 

10 ECTS

Bachelor-verkætlan

15 ECTS

Stýrisverkfrøði

5 ECTS

Støddfrøði 2

5 ECTS

 

Forritan 

5 ECTS

Hagfrøði

5 ECTS

 

Líkindaástøði

5 ECTS

Evnafrøði

5 ECTS

 

Vallærugrein

5 ECTS

Vallærugrein

5 ECTS

 


Heystið 2019

  • Elveiting 1
  • Styrkilæra 1 ella
  • Effektelektronikkur

Várið 2020

  • Elveiting 2 ella
  • Styrkilæra 2

Verður lesturin tikin yvir 1½ ár ella longri, ber til at velja millum aðrar lærugreinar, sum eru á Setrinum; heystið 2019 eru hesar at velja í:

  • Vindorka (7,5 ECTS)
  • Orka & inniklima (7,5 ECTS)

Undirvísingin gongur fyri seg á føroyskum, donskum og enskum, og er tilfarið eisini á hesum málum.

Fulltíðarlestur (við fyrivarni fyri smærri broytingum):

1. lestrarhálva 2. lestrarhálva 3. lestrarhálva

Støddfrøði 1

10 ECTS

Støddfrøði 1 

10 ECTS

Bachelor-verkætlan

15 ECTS

Stýrisverkfrøði

5 ECTS

Støddfrøði 2

5 ECTS

 

Forritan 

5 ECTS

Hagfrøði

5 ECTS

 

Líkindaástøði

5 ECTS

Evnafrøði

5 ECTS

 

Vallærugrein

5 ECTS

Vallærugrein

5 ECTS

 
Kravdar lærugreinar eru eisini stýriverkfrøði,
evnafrøði og forritan. Harafturat kann tann
lesandi velja 2 ella 3 lærugreinar eftir áhuga,
t.d. elveiting 1-2, styrkilæra 1-2, vindorka ella
orka & inniklima.
Lesturin endar við bachelorritgerð, sum í
minsta lagi svarar til ¼ ársverk. 
 
Útbúgvingin gevur rætt til stuðul alla lestrartíðina um lesturin verður fylgdur fulla tíð, sum er 1 ár og 3 mðr., men tað ber eisini til at taka útbúgvingina sum parttíðarlestur og tá er eingin rættur til stuðul.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Upptøkutreytin er at hava staðið maskinmeistaraprógv eftir kunngerð nr. 106 frá 15. september 2005.

Støddfrøði 3 ella Støddfrøði A skal vera staðið við í minsta lagi 8 eftir 13-talsstiganum ella 4 eftir 7-talsstiganum.

Maskinmeistarar útbúnir eftir kunngerð nr. 129 frá 14. september 1992 kunnu vera tiknir upp, um kunnleikin í støddfrøði er nóg góður, t.d. um teir hava staðið Støddfrøði A á miðnámi ella hava minst 9 í miðal eftir 13-talsstiganum.

Aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi kunnu góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur tí lesandi grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.

Framhaldandi útbúgving

Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina er møguleiki at útbúgva seg víðari á øðrum universitetum kring heimin, t.d. til cand.polyt. á Danmarks Tekniske Højskole.

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella Benadikt Joensen, útbúgvingarleiðara, benadiktj@setur.fo, 298 292555.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 1¼ ár fulltíðarlestur, 2½ ár hálvtíðarlestur
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2021

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum