Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2023

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 90
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:

Framleiðslutøkningur

AP Graduate in production technic

Endamálið við útbúgvingini er fáa førleikar til at handfara og leiða framleiðslu og at tryggja fíggjarlig viðurskifti og góðsku. 

Um útbúgvingina 

Tú lærir m.a., at samskifta innan- og uttanhýsis, greina trupulleikar og finna heildarloysnir, at gera uppskot um at fáa sum mest burtur úr framleiðsluni og at menna starvsfólk. Eisini lærir tú um tøkni, at finna praktiskar loysnir,  um innovatión og at hava dagligt samskifti við ymiskar yrkisbólkar.

Um útbúgvingina

Høvuðsevnini í útbúgvingini eru:

  • Tekniforrit
  • Støddfrøði
  • Konstruktión
  • Virkistøkni
  • Umhvørvislæru
  • Náttúrulæru og sjálvvirkni (automatikkur)

Útbúgvingin er skipað soleiðis:

1. hálvár og 2. hálvár 
Lærugreinirnar eru tekniforrit, støddfrøði, bygging, virkistøkni, umhvørvislæru, náttúrulæru og sjálvvirkni (automatikkur). 

3. hálvár
Lærugreinirnar eru vørumenning ella framleiðslu- og mannagongdar menning

4. hálvár
Starvsvenjing og høvuðsuppgáva

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst antin:

  • miðnámsútbúgving ella
  • yrkisútbúgving (húsasmiður, snikkari, múrari, elektrikari o.a)

Skúlin kann í serstøkum føri geva undantaksloyvi.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur førleikar til at arbeiða sum framleiðsluleiðari, verkformaður, byggifrøðingur, sum logistikk leiðari, við innkeypi og sølu og við góðskueftirliti.

Framhaldandi lestur

Tú kanst fara undir framhaldsútbúgving sum t.d. verkfrøðingar við at søkja um merit so tú kanst stytta útbúgvingarnar við 1 ári til maskinverkfrøði, tilfarsverkfrøði og framleiðsluverkfrøði. 

Eisini kanst tú taka bachelor í t.d. "Design og Business".

Meiri kunning

Glasir samstarvar við VIA Horsens í samband við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið Produktionsteknologi, les meira her.

Les um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Glasi her.

Glasir

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

2 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2023

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 90
Lestrarstuðul:
Lestrarlán: