Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Klaksvík
Lestrarstuðul:

Tøknibreyt

Á tøknibreytini verður dentur lagdur á náttúruvísindaligu lærugreinarnar støddfrøði, tøkni, alisfrøði, lívfrøði og evnafrøði.

Um útbúgvingina

Tøknibreytin er nakað fyri teg, sum ofta fært góð hugskot og ert forvitin eftir at royna tey í verki 

Forvitnast tú eftir, hvussu heimurin er skrúvaður saman, og hvussu teori og heimurin hanga saman? Ert tú áhugaður í náttúruvísindi, tøkni, samskifti ella KT? Dámar tær at fáa vísindaligar avbjóðingar og skilja samspælið millum náttúruvísindi og tøkni? Dámar tær at fara í djúpdina við náttúruvísindi, eitt nú alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði ella støddfrøði? Dámar tær at arbeiða á starvsstovu, royndarstovu ella á verkstaði? 

Skipan av útbúgvingini

Eitt av eyðkennunum við tøknibreytini er, at arbeiðshættirnir eru øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Undirvísingin er fyri stóran part skipað sum verkætlanir og fer fram á starvsstovum og verkstøðum, har tú í stóran mun roynir skúlalærdóm í verki.

Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á tøknibreytini.

Felags- og breytarlærugreinar

Føroyskt A

Enskt B

Tøknifrøði B

Samfelagsfrøði C

Tøkni A

Evnafrøði B

Ítróttur og heilsa C

Samskiftistøkni C

  Alisfrøði B

  Støddfrøði B   Lívfrøði C   Søga C

Vallærugreinar

Á tøknibreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinar. Tá tær verða valdar, er ein treyt, at ein teirra skal lyfta eina felags- ella breytarlærugrein frá B til A. Hetta tryggjar, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið við breytini.

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

●       fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni

●       lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði

●       lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.

Tú skalt hava lokið royndirnar nevndar omanfyri við nóg góðum úrsliti og vera førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt. Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu út frá henni. Vilt tú verða upptikin á tøknibreytina, skalt tú hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í alis-/evnafrøði.

Próvtøkur

Endamálið við próvtøkum og royndum er at skjalprógva, í hvønn mun próvtakarin hevur rokkið teimum málum og lýkur tey krøv, sum ásett eru í teimum einstøku útbúgvingunum og í teimum einstøku lærugreinunum. 

Samlaða talið av próvtøkum skal í minsta lagi vera 8. Í minsta lagi 3 skulu vera skrivligar og í minsta lagi 3 skulu vera munnligar.

Á tøknibreytini telur verkætlanin í ávíkavist tøkni A og tilfeingi A sum ein skrivlig próvtøka.

Afturat próvtøkunum telur breytaverkætlan, ið allir næmingar gera, sum ein próvtøka á endaliga próvnum.

Framtíðarmøguleikar

Við einum prógvi frá tøknibreytini eru fjølbroyttir møguleikar – alt eftir hvørjar lærugreinar næmingurin velur.

Tøknibreytin vendir sær serliga til næmingar, sum ætla sær at fara undir eina tøkniliga ella náttúruvísindaliga útbúgving sum t.d. verkfrøði. Annars ber til við einum prógvi frá tøknibreytini at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum útbúgvingarstovnarnir seta um ávísar lærugreinar á ávísum stigi.

Meira kunning

TSK (Tekniski skúlin í Klaksvík)

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

3 ár

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

15. mars

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Klaksvík
Lestrarstuðul: