Lestrartíð: 3 1/2 ár
Skúlabyrjan: august/september
Umsóknarfreist: 5. juli
Útbúgvingarstaður: Danmark
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:

Optometrist (Optikari)

Bachelor in Optometry

Optometristútbúgvingin gevur tær vitan um eygað og sjónina. Tú fært bæði ástøðiliga og verkliga vitan um uppgávur innan sjónkanningar og at áseta og rætta sjónarbrek.

Tú lærir at laga til brillur, kontaktlinsur og hjálpartól til sjón, umframt at geva ráð og at vegleiða kundan.

Um útbúgvingina

Skúlagongdin er í Keypmannahavn og í Randers í Danmark. Tú ert í starvsvenjing samanlagt í 1 1/2 ár og fært løn undir starvsvenjing. Skúlin hjálpir tær at finna egnað starvsvenjingarstað.

Tú fært undirvísing í veiksjónsoptikki, kontaktlinsum og brillugløsum. Eisini fært tú undirvísing í visuellum vísindum, har tú lærir um visuellu skipanina, funktión og sjúkur.

Tú lærir um kropsbygnað, sjúkur og sálarfrøði, um eginleikar hjá linsum, um kontaktlinsur og veiksjónsoptikk. Eisini lærir tú um sjónvísindi, brillugløs, tøkni og verkstaðaroptikk og góðskutrygd.

Tað er 13 próvtøkur, sum skulu standast hvør sær. Útbúgvingin endar við einari bachelorverkætlan, sum verður mett við einari muntligari roynd.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er at tú hevur lokið miðnám, har tú hevur staðið enskt á B-stigi, støddfrøði á C-stigi, lívfrøði á C- stigi og antin evnafrøði á C-stigi ella biotøkni á A-stigi.

Ella at tú hevur 6 gymnasialar einkultlærugreinar: danskt A, enskt B, Støddfrøði C og antin lívfrøði C ella biotøkni A. Harumframt antin evnafrøði C, náttúru C ella biotøkni A, umframt antin sálarfrøði C ella samfelagsfrøði C.

Tú kanst søkja kvotu 1 og 2 um tú hevur miðnám. hevur tú eina yrkisútbúgving ella tey 6 gymnasilau einkultlærugreinirnar kanst tú bert søkja kvotu 2.

Les meiri um upptøkurkrøv her

Framtíðarmøguleikar

Sum optometristur kanst tú arbeiða hjá einum optikara í optikarahandli. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi. Útbúgvingin er grundarlagið undir at fáa løggilding til at brúka heitið optometrist og at praktisera sum optometristur.

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum t.d.:

●       Master of Public Health.

●       Kandidatútbúgving í optometri og sjónsvísindi.

Yrkisútbúgvingin til optometrist er á 6. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo
Finn svar uppá oftast settir spurningar í samband við yrkisútbúgvingar her.

Uddannelseguiden - www.ug.dk
Les meiri um útbúgvingina til Optometris her 

Lestrartíð: 3 1/2 ár
Skúlabyrjan: august/september
Umsóknarfreist: 5. juli
Útbúgvingarstaður: Danmark
Lestrarstuðul:
Lestrarlán: