Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:

3 - 5½ ár

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn:

Dátu- og samskiftisútbúgving (Dátutøkningur)

Undir útbúgvingini lærir tú um KT-skipanir á skrivstovuøkinum. T.d.  teldur, dátagrunnar og infrakervi. Tú lærir at finna brek, at umvæla og at seta upp KT-útgerð.

Eisini fevnir útbúgvingin um at menna, uppbyggja ella umvæla KT-skipanir. Arbeiðið krevur kunnleika til nýggjastu tøknina.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um tøknina í KT-skipanum. Tú lærir t.d. at seta upp og viðlíkahalda ambætarar og net. Tú lærir eisini at seta saman trygdarloysnir og grafisk brúkaramarkamót.

Tøknin mennist alsamt, og tí er týdningarmikið at fylgja við fakliga, so tú dugir at geva dagførd ráð um útgerð og loysnir. Alment krevur útbúgvingin tøkniligt innlit og samstarvsevni. Tú mást eisini vera fakliga væl fyri í stødd­frøði og enskum.

Tú kanst enda útbúgvingina sum KT-supportari, sum dátutøkningur við sergrein í infrakervi og sum dátatøkningur við sergrein í at forrita.

Sum KT-supportari lærir tú at seta upp, at dagføra og at røkja teldur og netverk. Útbúgvingin til KT-suppartari tekur 3 ár. 

Datutøkningar við sergrein í infrakervi læra at uppbyggja og umsita kompleks infrakervi og at seta í verk trygdarloysnir. Útbúgvingin til datutøkning við sergrein í infrakervi tekur 5½ ár.

Dátutøkningar við sergrein í at forrita læra at menna forrit, KT-skipanir, dátagrunnaskipanir og appir. Útbúgvingin til datutøkning við sergrein í at forrita tekur 5½ ár.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir ímillum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um teldutøkni, KT, stýrisskipanir, net og at finna brek og at forrita. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. enskt, danskt, støddfrøði og evnafrøði.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur áhuga fyri at arbeiða við KT og tøkni
  • dugir væl at lesa vegleiðingar og handbøkur á enskum
  • hevur tænastusinni og dugir at hjálpa øðrum
  • hevur skil fyri dygd og smálutum
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • við sergrein í infrakervi skalt hava hug til at arbeiða við umvælingum og uppsetingum av KT-útgerð
  • við sergrein at forrita skalt vera væl fyri at menna og fáa nýggj hugskot

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða innan tað almenna og í privatum fyritøkum. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til hesar vinnuakademiútbúgvingarnar:

  • Automatiónstøkningur
  • KT-tøkningur
  • Margmiðladesignari

Eisini hevur tú atgongd til professiónsbachelor útbúgvingina:

  • Útflutningur og tøkni

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingarnar til dátutøkning við sergrein í infrakervi og við sergrein í at forrita eru á 5. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru.  KT-supportari er á 4. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr útbúgvingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:

3 - 5½ ár

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn: