Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 25

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS

Bachelor

Føroyskt - mál og bókmentir

B.A.
Bachelor of Arts in Faroese Language and Literature

Endamálið við útbúgvingini er at fáa grundarlag til at skilja og arbeiða greinandi við føroyskum máli og bókmentum sum samskiftismiðli, teknskipan og mentanarbera.

Um útbúgvingina

Tann málsligi parturin er samansettur av málsøguligum og samtíðarligum skeiðum. í tí søguliga partinum fært tú skeið í norrønum og málsøgu umframt skeið í tveimum norðurlandamálum við høvuðsdenti á málsøgu.

Í tí samtíðarliga partinum lærir tú um málbygnaðin í nútíðarføroyskum, t.e. ljóð- og formlæra og setninga- og merkingarfrøði.

Ein týðandi partur í hesi útbúgving er at sammeta føroyskt við onnur norðurlandamál, og tí lærir tú eisini um tey.

Í tí bókmentaliga partinum lærir tú um ymisk tíðarskeið í bókmentasøguni við at lesa eldri og yngri tekstir og at greina bókmentaligar tekstir við støði í vísindaligum háttaløgum og ástøðum. Tú fært innlit í hugsjónarlig rák, og hvussu hesi hava ávirkað føroyskar og norðurlendskar bókemntir, og tú ognar tær førleika at nýta hóskandi vísindalig hugtøk, tá tú skalt skriva ella tosa um bókmentir, antin søguliga ella samtíðarliga.

Umframt málsligar og bókmentaligar lærugreinir fært tú skeið í vísindaástøði og samskifti og fjølmiðlum.

Skipan av útbúgvingini

Undirvísingin í vallærugreinir á BA eru saman við MA. Hesi skeið eru ymisk frá hálvu til hálvu og kunnu vera týðingarfrøði, politiska skaldsøgan ella tvímæli.

Nakrar lærugreinar eru kravdar, og nakrar kanst tú velja eftir egnum áhuga. 

Tey kravdu skeiðini eru hesi:

  • Fyrsta lestrarhálva er skipað við hesum kravdu skeiðum: bókmentagreining, bókmentasøga I, ljóð- og formlæra og eitt norðurlendskt mál, sum deildin velur frá ferð til ferð. Hesi norðurlendsku mál skeiðini eru 15 tímar hvørt.
  • Næsta lestrarhálva er skipað við hesum kravdu skeiðum: norrønt, málsøga og bókmentasøga II.
  • Triðja lestrarhálva er skipað við hesum kravdu skeiðum: vísindaástøði, bókmentafrøði, setninga- og merkingarfrøði, samskifti og fjølmiðlar og eitt norðurlendskt mál.

Tá ið tey kravdu skeiðini eru lokin eftir triðju lestrarhálvu, fert tú undir tey valfríu skeiðini. Hetta er seinni partur av lestrinum, har tú velur skeið eftir egnum áhuga. Tann seinni parturin tekur hálvtannað ár eins og fyrri partur.

Útbúgvingin endar við eini BA-ritgerð.

Lestrarhálvur og skeið

1. lestrarhálva 2. lestrarhálva 3. lestrarhálva 4. lestrarhálva 5. lestrarhálva 6. lestrarhálva
Bókmenta-greining
10 ECTS
Norrønt
10 ECTS
Vísindaástøði
10 ECTS
    Vallærugreinir
10 ECTS
Ljóð- og formlæra
10 ECTS
Málsøga
8 ECTS
Bókmentafrøði
5 ECTS
     
Bókmentasøga I
10 ECTS
Bókmentasøga II
10 ECTS
Setninga- og merkingarfrøði
8 ECTS
Vallærugreinir
30 ECTS
Vallærugreinir
30 ECTS
 
Norðurlendsk mál*
2 ECTS
  Samskifti og fjølmiðlar
5 ECTS
    BA-ritgerð 
20 ECTS
    Norðurlendsk mál*
2 ECTS
     
* Tann lesandi skal til samans taka 2 norðurlendsk mál, ið eru 2 ECTS hvørt. Deildin velur, hvørjum málum undirvíst verður í frá ferð til ferð.

Próvtøkur

Próvtøkur eru tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.

Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Upptøkutreytir

Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv við.

  • í minsta lagi 5,8 í føroyskum eftir 7-talsstiganum ella 8 eftir 13-talsstiganum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur grundarlag fyri arbeiðsøkjum, har góðir málsligir førleikar og innlit í bókmentasøgu eru neyðug, t.d. í miðlunum, á forløgum, í fyrisiting, á granskingarstovnum og í undirvísing.

Framhaldandi útbúgving

Sum B.A. í føroyskum hevur tú eitt fakligt grundarlag til master- ella kandidatútbúgvingar innan málsliga og bókmentaliga økið og á øðrum økjum.

Tú kanst eisini søkju um upptøku á MA á Setrinum. Treytin er, at tú hevur minst 6,2 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 eftir 13-talsstiganum.

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Johonnu Lindenskov Joensen, lestrarvegleiðara, johannaj@setur.fo, +298 292526 ella til Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðara, zakarish@setur.fo, +298 292533.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya.

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum