Søk um upptøku í Havn Søk um upptøku á Kambsdali

Lestrartíð: 2-4 ár
Skúlabyrjan: August og februar á Glasi í Havn og á Miðnámi á Kambsdali
Umsóknarfreist: á Glasi í Havn 1. august og 20. januar og á Miðnámi á Kambsdali 13. august og 20. januar

Útbúgvingarstovnur
Glasir
Miðnám á Kambsdali

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Kambsdalur

Lestrarkostnaður: Fyri hvørja lærugrein rinda lesandi kr. 4.500,- Fyri endaligu verkætlan, við háttalæru, rinda lesandi kr. 6.000,- Umframt hetta eru kostnaðir til tilfar (bøkur v.m.)

Akademiútbúgving

Akademiútbúgvingin er ein hægri eftirútbúgving, sum byggir á miðnám og verkligar royndir hjá tí lesandi. Útbúgingin er skipað sum parttíðarlestur.

Útbúgvingin er væl egnað til teirra, sum hava tikið yrkisrættað miðnám, eitt nú skrivstovu- og handilslærlingar. Akademiútbúgvingin er eisini eitt gott alternativ til tey, sum hava gymnasialt miðnám, og sum ynskja sær eina hægri viðkomandi útbúgving, uttan at skula ganga í skúla fulla tíð.

Um útbúgvingina

Til ber til at taka eina samlaða útbúgving ella at taka støk modul. Útbúgvingin er smidlig og kann tískil lagast til títt starv, tíni ynski og tín tørv. Tú kann velja ávísa breyt við fleiri valmøguleikum innan breytina. 

Útbúgvingin fevnir um 5 lærugreinar og endaliga verkætlan. 

Glasir bjóðar 3 breytir á útbúgvingini í løtuni:

  • Søla og marknaðarførsla
  • Búskapur og tilfeingi
  • Leiðsla

Søla og marknaðarførsla
Akademiútbúgvingin í Sølu og marknaðarførslu er til tín, ið starvast innan sølu og marknaðarførslu. Útbúgvingin gevur tær innlit í, hvat hendir á marknaðinum og tú fært amboð, ið kunnu seta ferð á eftirspurningin eftir vørum og tænastum bæði á heimamarknaðinum og á globala marknaðinum. Útbúgvingin fevnir um tríggjar kravdar lærugreinir, tvær vallærugreinir og eina endaliga verkætlan. sí myndina niðanfyri:

Talva við kravdum lærugreinum, vallærugreinum og endaligari verkætlan
Trýggjar kravdar lærugreinir Tvær lærugreinir Endalig verkætlan  AÚ í Sølu og marknaðarførslu

Marknaðarkunning og greining
10 ECTS

Marknaðarstrategi og virkismenning
10 ECTS

Marknaðarætlan og samráðing
10 ECTS

20 ECTS

 

Av hesum 20 ECTS innan merknatila øki

 

og í mesta lagi 16 ECTS frá øðrum fakøki

10 ECTS 60 ECTS

Á breytini Søla og marknaðarførsla velir tú tvær vallærugreinir. Minst ein vallærugrein skal vera innan merkantila økið, og í mesta lagi ein lærugrein frá øðrum fakøki.

Vallærugreinir á breytini eru: Søluleiðsla, Sølusálarfrøði, Vinnulívsrættur, Útflutningur og altjóðagerð, Altjóða samskifti og Marknaður- og mentanargreining.

Búskapur og tilfeingi
Akademiútbúgvingin í Búskapi og tilfeingi er til tín, ið starvast innan búskap og logistikk. Útbúgvingin gevur tær innlit í búskapin í virkinum, og hvussu tilfeingið í virkinum kann lagast til virksemið. Útbúgvingin fevnir um tvær kravdar lærugreinir, tríggjar vallærugreinar og eina endaliga verkætlan.

Talva við kravdum lærugreinum, vallærugreinum og endaligari verkætlan
Tvær kravdar lærugreinir Tvær vallærugreinir Endalig verkætlan  AÚ í búskapi og tilfeingi

Vinnubúskapur
10 ECTS

Búskparstýring í verki
10 ECTS

30 ECTS

av hesum 20 ECTS innan merkantila øki

og í mesta lagi 10 ECTS frá øðrum fakøki

10 ECTS 60 ECTS

Tá ið tú hevur tikið kravdu lærugreinir Vinnubúskap og Búskaparstýring í verki, hevur tú møguleika at velja ímillum fleiri vallærugreinir innan merkantila økið. Harafturat hevur tú møguleika at velja eina lærugrein innan annað fakøki. Minst tvær av vallærugreinunum skulu vera innan merkantila økið, og í mesta lagi ein lærugrein frá øðrum fakøki.

Vallærugreinir á breytini eru: Altjóða búskapur, Hagfrøði og Rokniark til búskaparstýring og Ársfrásøgn og roknskapargreining.

Leiðsla
Akademiútbúgvingin í Leiðslu er til verandi og komandi leiðarar og fevnir m.a. um starvsfólkaleiðslu, verkætlanarleiðslu, toymisleiðslu og broytingarleiðslu. Útbúgvingin er fyri teg, ið hevur áhuga í at fáa leiðsluamboð og innlit í leiðslu, samstarv og samskifti. Á breytini AÚ í Leiðslu eru tríggjar kravdar lærugreinir: Fyriskipan og starvssálarfrøði, Leiðsla í verki og Strategiskur leiðaraskapur. Harafturat eru tvær vallærugreinir og ein endalig verkætlan.

Talva við kravdum lærugreinum, vallærugreinum og endaligari verkætlan
Tríggjar kravdar lærugreinir Tvær vallærugreinir Endalig verkætlan  ÁÚ í leiðslu

Leiðsla í verki
10 ECTS

Fyriskipan og starvssálarfrøði
10 ECTS

Strategiskur leiðaraskapur
10ECTS

20ECTS

av hesum 10ECTS innan merkantila øki

og í mesta lagi 10 ECTS fr´aøðrum fakøki

10 ECTS 60 ECTS

Á breytini AÚ í Leiðslu skalt tú velja tvær vallærugreinir. Onnur av vallærugreinunum skal vera innan breytina, meðan hin vallærugreinin kann veljast millum allar lærugreinir innan merkantila økið. Vallærugreinir innan breytina eru m.a. HRM og Broytingarleiðsla.

Les um vællærugreinar, sum verða bjóðaðar út á Glasi her

Bjóðar Glasir ikki lærugreinir, sum tú hevur tørv á, ber til at taka lærugreinir á fjarlestri.

Les um hvørjar lærugreinar Miðnám á Kambsdali bjóðar út her

Upptøkutreytir

Treytir fyri upptøku eru:

1. Ein av hesum útbúgvingum:

a) FHS við lærutíð ella
b) onnur grundútbúgving fyri vaksin ella
c) miðnámsútbúgving ella
d) aðra viðkomandi útbúgving, ið svarar til eina av teimum nevndu og

2. Tvey ára viðkomandi vinnulívsroyndir.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi.

Eftir lokna akademiútbúgving kanst tú taka framhaldsútbúgving á diplomstigi t.d. diplomútbúgving í leiðslu, sum Glasir bjóðar.
Við serligari lærugreinasamanseting hava lesandi við akademiútbúgving møguleika at lesa HD 2. part. Les meiri um treyt fyri upptøku at lesa HD 2. part her.

Meiri kunning

Námsætlanin til Sølu og marknaðarførslu er her.
Námsætlanin til Búskap og tilfeingi er her.
Námsætlanin til Leiðslu er her

Les meiri um Akademiútbúgvingina á Glasi her
Les meiri um Akadademiútbúgvingina á Miðnám á Kambsdali her

Umsóknarblað til Akadademiútbúgvingina á Miðnám á Kambsdali er her

Glasir – www.glasir.fo
Miðnám á Kambsdali – www.kambsdalur.fo

Søk um upptøku í Havn

Lestrartíð: 2-4 ár
Skúlabyrjan: August og februar á Glasi í Havn og á Miðnámi á Kambsdali
Umsóknarfreist: á Glasi í Havn 1. august og 20. januar og á Miðnámi á Kambsdali 13. august og 20. januar

Útbúgvingarstovnur Glasir Miðnám á Kambsdali

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Kambsdalur

Fylg okkum