Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2021
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 20
Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður
Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi vitan um og førleikar innan burðardygga orkuveiting og burðardygga orkunýtslu.
Útbúgvingin gevur førleikar í alis- og orkuvísindum við atliti at m.a. burðardyggari
og umhvørvisvinarligari veiting av orku, og hon leggur serligan dent á støddfrøði og letur tí upp fyri øðrum møguleikum eisini.
Fyri samfelag okkara er tað ein serstøk avbjóðing, at samband ikki er til aðrar orkuveitarar, og tí er týdningarmikið at fáa eina burðardygga lokala loysn, so Føroyar í mestan
mun kunnu verða sjálvbjargnar við orku.
Lesturin er lagdur til rættis sum 3 ára fulltíðar samlestur millum orkuvísindi og hjánám í støddfrøði. Útbúgvingin endar við eini verkætlan, har tann lesandi fær høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, ið útbúgvingin fevnir um.
Endaliga verkætlanin kann gerast í samstarvi við stovnar ella feløg eftir egnum ynski, tó skal ein ávís minsta nøgd av støddfrøði og forritan innganga í verkætlanina.
Útbúgvingin er uppbygd á henda hátt:
1. |
2. |
3. |
4. |
5. |
6. |
Støddfrøði 1 10 ECTS |
Støddfrøði 1 10 ECTS |
Termo 5 ECTS |
Støddfrøði 2 5 ECTS |
Orka og 5 ECTS |
Bygning 7,5 ECTS |
Mekanikkur 10 ECTS |
Elektro- 7,5 ECTS |
Innleiðandi 5 ECTS |
Stýriverkfrøði 5 ECTS |
Vindorka 7,5 ECTS |
Støddfrøði 7,5 ECTS |
Innleiðandi 7,5 ECTS |
Varandi 7,5 |
Evnafrøði 5 ECTS |
Elektriskar 5 ECTS |
Topologisk rúm 7,5 ECTS |
Bachelor 15 ECTS |
Líkinda- 5 ECTS |
Hagfrøði 5 ECTS |
Algebra 7,5 ECTS |
Støddfrøði 5 ECTS |
Avanserað 7,5 ECTS |
|
|
|
Diskret 7,5 ECTS |
Euklidisk 5 ECTS |
|
|
|
|
|
Metrisk rúm 5 ECTS |
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.
Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.
Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv.
Ein skal hava staðið:
Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:
Hjá teimum, ið søkja inn eftir kvotu 2 kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Undirvísingin fer fram og er bygd á tilfar á føroyskum, donskum og enskum. Væntað verður, at tey lesandi hava nøktandi førleika á hesum málum.
Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, tøkni, burðardygga orkuveiting og orkunýtslu, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum, umframt fakligan førleika at undirvísa í støddfrøði.
Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Meiri kunning fæst við at venda sær til Johonnu Lindenskov Joensen, lestrarvegleiðara, johannaj@setur.fo, +298 292526 ella til Toke Meier Carlsen, útbúgvingarleiðara, tokemc@setur.fo, 298 292566.
Les meiri her.