Søk um upptøku her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 1. juli
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 20

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Fulltíðarlestur er ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 200/ECTS

Master

Søga - masterlæra

M.A.
Master learning in History

Endamálið við útbúgvingini er, at tann lesandi ognar sær førleikar á altjóða støði innan vísindalig ástøði og háttaløg, samstundis er fyrilit tikið fyri, at hvør lesandi kann ogna sær sín egna sjálvstøðuga fakliga profil.

Um útbúgvingina

MA í søgu fevnir um menniskjans samspæl við søguligar og samfelagsligar treytir, og hvussu hetta knýtir saman fortíð og samtíð, so vit kunnu skilja søguligar samanhangir og egna samtíð.

Útbúgvingin tekur samfelagið sum skipan til viðgerðar og greinar samfelagsins strukturar og organisatiónsformar, herundir stovnar, teirra bygnað, stýring og søguligu menning. Lestrarøkið fevnir um menniskjans samspæl við søguligar og samfelagsligar treytir, og hvussu hetta samspæl knýtir saman fortíð og samtíð við atliti at skilja søguligar samanhangir og egna samtíð.

Skipan av útbúgvingini 

Við støði í trupulleikagrundaðari, tvørvísindaligari tilgongd og starvslæru mennir tann lesandi sjálvstøðugt arbeiðslag. Endað verður við master-ritgerð.

Nakað av samskiftinum fer fram á enskum og skandinaviskum máli, eisini uppgávuskriving. Kravið um at vera til staðar á lærustovninum
er størri enn undir vanligum universitetslestri.

Í fyrstu lestrarhálvu verður dentur lagdur á ástøði og háttalag innan ymisku fakøkini. Ein týdningarmikil partur av hesi lestrarhálvuni er arbeiðið í einum fakligum starvsfelagsskapi, har tann lesandi, m.a. saman við øðrum lesandi arbeiðir við ávísari verkætlan.

Í aðru lestrarhálvu verður farið á útlendskt universitet, har tann lesandi lesur útvald fak innan sítt serøki.

Í triðju lestrarhálvu fer tann lesandi í praksislæru. Hetta merkir, at grundað á avtalu millum tann lesandi og ein stovn ella virki, granskar tann lesandi eina fakliga viðkomandi uppgávu, samstundis sum tann lesandi eisini luttekur í seminarvirksemi á Setrinum. Ein minni partur av lestrarhálvuni er hartil ein ástøðilig og metodisk fyrireiking til masterritgerðina.

Í fjórðu lestrarhálvu er sjálvt arbeiðið við masterritgerðini við tilhoyrandi vegleiðing.

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig

1. 
lestrarhálva
2. 
lestrarhálva
3. 
lestrarhálva

4. 
lestrarhálva

Metodologi I

10 ECTS

 

Praksislæra/ 
phronetikum

25 ECTS

 

Fakskeið

10 ECTS

Uppihald á 
útlendskum 
universiteti

30 ECTS

Metodologi II

5 ECTS

Masterritgerð

30 ECTS

Masterlæru-
verkætlan

10 ECTS

   

 

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.

Endurpróvtøka og sjúkrapróvtøkur verða fyriskipaðar eftir reglugerðum setursins, ella eftir avtalu við undirvísingarleiðaran.

Próvtøkurnar kunnu vera skrivligar uppgávur við ella uttan munnligari verju. Eisini kunnu próvtøkur vera munnligar. Masterritgerðin verður vard munnliga.

Upptøkutreytir

Bachelorútbúgving í søgu ella samfelagsvísindi frá Fróðskaparsetri Føroya.

Bachelorútbúgving í søgu ella samfelagsvísindi frá øðrum hægri lærustovni, har royndir við trupulleikagrundaðum og tvørvísindaligum arbeiði er ein fyrimunur.

Lesandi við øðrum førleikum, tó í minsta lagi bachelorstigi, kunnu eisini søkja um upptøku.

Starvsmøguleikar

Master í søgu gevur førleika til at kunna starvast við leiðandi og greinandi uppgávum innan bæði tað privata, almenna og sjálvbodna geiran.

Harumframt kann próvtakarin átaka sær miðlan av gransking og av granskingargrundaðari vitan, umframt kjakast um hesi viðurskifti við fakfelagar, eins væl og við ikki-serfrøðingar. Hann ella hon kann átaka sær greiningaruppgávur vegna privatar, almennar ella sjálvbodnar stovnar, her undir at finna væl grundaðar loysnir á kompleksar samfelagsligar avbjóðingar.

Framhaldandi útbúgving

M.A. í søgu gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-lestur

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo ella til Eriku Anne Hayfield, útbúgvingarleiðara, erikah@setur.fo, tlf. 292597.

Les meiri her

Fróðskaparsetur Føroya

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 1. juli

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum