Yrkisútbúgvingar hava sum yvirskipað endamál at geva næmingum fakligan førleika til ávís yrki.
Ein yrkisútbúgving tekur vanliga umleið 4 ár og fevnir um bæði skúlagongd og verkliga læru á einum læruplássi. Ein yrkisútbúgving krevur, at lærusáttmáli er gjørdur millum lærling og lærupláss. Sum støði undir yrkisútbúgving kann næmingur byrja við einum støðisári innan hesi øki:
FHS Yrkisnám
Tekniskt Yrkisnám
Yrkisnám kann eisini enda við sjálvstøðugum prógvi, ið gevur møguleika til framhaldandi lestur.
Yrkisútbúgvingar verða flokkaðar í 9 øki:
Byggiyrkið
El, miðla- og samskiftisyrkið
Flutningsyrkið
Metalyrkið
Skrivstovu- og handilsyrkið
Tænastu- og tilvirkisyrkið
Heilsuyrkið
Matvøruyrkið
Fíggjaryrkið