Søk um upptøku her

Lestrartíð: umleið 2 1/2 ár
Skúlabyrjan: februar og september
Umsóknarfreist: 20. januar og 1. august

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarkostnaður:
Persólig leiðsla kr. 14.000
Starvsfólkaleiðsla og faklig menning kr. 14.000
Fyriskipan, menning og samskapan kr. 14.000
Valmodul 1, 2 og 3 kr. 7.000
Høvuðsuppgávan kr. 21.000

Diplomútbúgving

Diplomútbúgving í leiðslu

DLÚ

Útbúgvingin leggur dent á tína leiðslu og gevur tær møguleika at menna tínar leiðsluførleikar við at sameina innlit í ástøði og leiðslu. 

Tú kanst menna tínar førleikar sum leiðari, hvussu tú handfer avbjóðingar, vitan um, hvussu tú kann leiða og motivera starvsfólk og hvussu tú kann arbeiða við yvirskipaðum málum og strategium.

Um útbúgvingina

Diplomútbúgvingin í leiðslu er javnsett við bachelor útbúgvingar. Undirvísingin er millum 2-4 dagar um mánaðin.

Til ber at taka stakar lærugreinir ella alla útbúgvingina.

Kravdar lærugreinir
– Persónlig leiðsla og broytingar – 10 ECTS
– Starvsfólkaleiðsla og faklig menning – 10 ECTS
– Fyriskipan, menning og samskapan – 10 ECTS

Vallærugreinir
– 3 vallærugreinir – 5 ECTS
– høvuðsuppgáva – 15 ECTS

Vallærugreinirnar eru hesar:

  • Verkætlanarleiðsla
  • Búskaparlig leiðsla
  • Vitanar- og innovatiónsleiðsla
  • Strategisk leiðsla
  • Broytingarleiðsla
  • Leiðsla og coaching
  • Leiðsla av marknaðarførslu og uttanhýsis samskifti
  • Leiðsla og heimspeki
  • Leiðsla við broytingar- og menningar tilgongdum í almenna geiranum
  • HRM og leiðsla
  • Leiðsla við sosialum kapitali

Dentur verður lagdur á beinleiðis samskifti og samband við lærarar og lesandi og millum lesandi sínámillum. Menning sum leiðari – og harvið eisini tín persónliga menning – er í fokus. Tí verður arbeitt við ástøði og tí verkliga – við støði í fyriskipanum hjá tær og tínum floksfeløgum. Tú fær møguleikan at byggja upp samband við aðrar leiðarar – at skapa og virka í einum netverki.

Próvtøka

Próvtøka er í hvørjari einstakari lærugrein. Innanhýsis próvtøka er í samband við eina kravda lærugrein og vællærugrenirnar.

Hinar próvtøkurnar og endaliga verkætlanin verður próvdømd uttanhýsis.

Upptøkutreytir

Treytir fyri upptøku eru:
1. Ein av hesum útbúgvingum:
a) Styttri framhaldsútbúgving, t.d. marknaðarførslubúskap ella fíggjarbúskap
b) Akademiútbúgving (AÚ)
c) HD 1. part
d) Bachelorútbúgving
e) ella samsvarandi útbúgving og

2. Tvey ára viðkomandi vinnulívsroyndir.

Um umsøkjarin hevur veruligar førleikar (realkompetencur), ið verða góðkendar at svara til upptøkutreytirnar, er møguleiki at vera tikin inn á útbúgvingina. Umsøkjarin skal skjalprógva verligar førleikar og verður støða tikin til møguliga atgongd í hvørjum einstøkum føri.

Um umsøkjarin ikki lýkur upptøkutreytirnar, men verður mettur at hava útbúgving, ið kann javnsetast við kravdu útbúgvingarnar, er møguligt at koma inn á útbúgvingina. Støða verður tikin til møguliga atgongd í hvørjum einstøkum føri.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi og gevur tær møguleika fyri framhaldsútbúgving á masterstigi.

Í løtuni er ikki møguligt at taka master útbúgvingar í leiðslu í Føroyum.

T.d. donsku universitetini bjóða master útbúgving í leiðslu. Eitt nú bjóðar Århus Universitet, www.au.dk, eina røð av master útbúgvingum innan innovatión, leiðslu og fyriskipan.

Upptøkukrøv til master útbúgvingar á Århus Universiteti eru viðkomandi útbúgving og 2 ára viðkomandi royndir. Tá talan er um master innan leiðslu er diplomútbúgving í leiðslu at rokna sum viðkomandi.

Meiri kunning

Um tú vilt vita meira um útbúgvingina ber til at lesa námsætlanina her.

Tú kanst venda tær til Finn Jensen, dekan á 786663 og fje@glasir.fo.

Glasir – www.glasir.fo

Søk um upptøku her

Lestrartíð: umleið 2 1/2 ár
Skúlabyrjan: februar og september
Umsóknarfreist: 20. januar og 1. august

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum