Er tøkt her

Lestrartíð: 26 vikur (byrjar í august og endar í februar)
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Søkjast kann frá 8. november til skúlabyrjan á hvørjum ári

Útbúgvingarstovnur
Húsarhaldsskúli Føroya

Útbúgvingarstaður
Klaksvík

Lestrarkostnaður: Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 14.200 og kr. 3.500 fyri undirvísingartilfar. Gjaldið er kr. 2.200 kr./mðr. frá sept til feb.

Ikki próvgevandi

Húsarhaldsskeið

Á Húsarhaldsskúlanum ber til at fáa frálæru í nógvum fjølbroyttum, skapandi og mennandi lærugreinum. Skúlin setur føroyska matmentan, sunnan mat, mat úr fremmandum londum og heilsu sum heild í miðdepilin. 

Tú fært frálæru í lærugreinum sum praktisk matgerð, føðslulæra, vørukunning, orkurokning, kostsamanseting og dygd, brúkaralæra, reinføri, samfelagslæra, fyrstahjálp, brandskeið og eisini verður kunnað um onnur evni í samráð við næmingarnar. Frálæra er eisini í aerobic og drama, og arbeitt verður tvørfakliga við ymiskum verkætlanum. Á hondarbeiðsøkinum er fjølbroyttar lærugreinar t.d. seyming, leður- og skinnarbeiði, brodering, føroysk bond, silkimáling, patchwork o.a.Aðrar afturvendandi lærugreinar eru skeið í fyrstuhjálp, eldsløkking og rørsla. Útferðir eru eisini ein partur av skúlaskeiðinum.

Húsarhaldsskúli Føroya er ein vistarskúli, og tað merkir, at allir næmingar, sum ganga á skúlanum, eisini búgva á skúlanum. 21 næmingar kunnu búgva á skúlanum. Næmingagjaldið umfatar vistarhald, undirvísing, tilfar og námsferðir.

Í frítíðini er virksemi týðandi partur av uppihaldinum, og tí verður skipað fyri hugnakvøldum eina ferð um mánaðin.

Tað er sjálvsagt, at tá nógv ungfólk skulu húsast undir somu lon, er umráðandi at hava tað gott saman. Tí verður stórur dentur lagdur á felagslívið á skúlanum, at næmingarnir læra at virða hvønn annan og at vísa ábyrgd hvør fyri øðrum.

Upptøkutreytir

Tú skalt hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur, sum næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans. Skúlaskeiðið er bæði fyri gentur og dreingir.

Framtíðarmøguleikar

Húsarhaldsskúlin gevur tær góða byrjan til framhaldandi lestur og grundútbúgving í at liva sjálvstøðugt. Skúlin mennir tilvitanina um heilsugóðan kost, eitt virkið og spennandi lív og sjálvsálit, fakliga og sosiala menning.

Meiri kunning

Filmur um Húsarhaldsskúlan er her.

Føroya Húsarhaldsskúli – www.husarhaldsskulin.fo

Er tøkt her

Lestrartíð: 26 vikur (byrjar í august og endar í februar)
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Søkjast kann frá 8. november til skúlabyrjan á hvørjum ári

Útbúgvingarstovnur Húsarhaldsskúli Føroya

Útbúgvingarstaður
Klaksvík

Fylg okkum