Søk um upptøku her
Skúlabyrjan:

31. august

Umsóknarfreist:

1. juli

Útbúgvingarstovnur: Føroya Eftirskúli
Útbúgvingarstaður: Tvøroyri
Lestrarkostnaður:

kr. 3.350 um mánaðin

Føroya Eftirskúli

Eftirskúlin er eitt 10. flokks tilboð til ung ímillum 14 og 18 ár. Her kanst tú fáa undirvísing í skúlafakum, sum svara til fólkaskúlans 10. flokk og velja tær fjølbroyttar breytir.

Um útbúgvingina

Føroya Eftirskúli miðar eftir at verða eitt savnandi og mennandi stað. Skúlin vil vera við til at menna  hugflog, styrkja lívsvirði og menna lívsførleikar hjá ungdóminum.

Á serstøku Føroyabreytini verður vitja á øllum 18 oyggjunum, har tú kemur at kenna okkara serstaka oyggjaland, fólk og mentan.

Skipan av undirvísingini

Undirvísingin á Føroya Eftirskúla verður skipað í valfak og breytir, og verða tilboðini lagaði eftir áhuganum hjá næminginum.

Skúlin bjóðar 6 breytir og til ber at taka 6 valfak. Breytirnar verða bodnar út í samstarvi við Tvøroyar skúla, har næmingar frá 10. flokki í Tvøroyar skúla antin fylgja undirvísingini á Føroya Eftirskúla ella øvugt.

Tvær breytir eru kravdar:

  • Føroyabreytin
  • Films- og sjónleikarbreytin

Hinar breytirnar eru:

  • e-sport
  • íverksetara- og miðlabreytin
  • køksbreytin
  • sjóvinnubreytin.

Samanlagt skulu næmingarnir velja í minsta lagi fýra breytir og valfak. T.e. næmingarnir kunnu t.d. velja 4 breytir og einki valfak ella 2 breytir og 2 valfak osfr. 

Valfakini, ið til ber at velja ímillum:

  • Føroyskt
  • Danskt
  • Enskt
  • Týskt
  • Støddfrøði
  • Alis- og evnafrøði

Staður

Skúlin er staðsettur í egnum hølum mitt á Sjógøtu 2 á Tvøroyri, nærhendis øllum hentleikum, og í góðum umhvørvi.

Tvøroyri er ein fjølbroytur og livandi býur við møguleika fyri nógvum upplivingum og frítíðarítrivum. Somuleiðis hevur býarlívið nógv at bjóða næmingum við kafé-umhvørvi, ungdómshúsi, ítrótti og venjing. Flestu áhugaverdu økini eru í umhvørvinum tætt við skúlan og næmingaheimið.

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

  • 9. flokk prógv
  • og at næmingurin er fyltur 14 ár

Próvtøkur

Ongar próvtøkur eru til breytirnar. Sjóvinnubreytin endar við at næmingurin tekur eitt trygdarskeið.

10. flokks próvtøkur eru í samband við valfakini og fær næmingurin 10. flokks prógv í valfakunum.

Meiri kunning

Les meira um útbúgvingina her.
Tú kanst fáa vegleiðing her.

Føroya Eftirskúli

Søk um upptøku her
Skúlabyrjan:

31. august

Umsóknarfreist:

1. juli

Útbúgvingarstovnur: Føroya Eftirskúli
Útbúgvingarstaður: Tvøroyri
Lestrarkostnaður:

kr. 3.350 um mánaðin