Lestrartíð:

3 - 5½ ár

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark

Films- og sjónvarpsframleiðslutøkningur

Undir útbúgvingini lærir tú at brúka nýggjastu tøknina.

Á skúlanum lærir tú at leggja til rættis, at taka upp og at fullfíggja eina framleiðslu. Tað hevur týdning at brúka møguleikarnar í upptøkutólum og tøkni. Sum útbúgvin kanst tú arbeiða í føstum starvi ella sum fríyrkisfólk í filmsfelagi, sjónvarpi, lýsingarfyritøku o.tíl.

Um útbúgvingina

 

Films- og sjónvarpsframleiðsluútbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um arbeiðsgongdir at framleiða film og sjónvarp. Ein framleiðsla er ofta kostnaðarmikil og úrslit av samstarvi millum nógv fólk. Tað setur stór krøv til umhugsni at leggja til rættis og fullføra verk.

Tú kanst enda útbúgvingina sum films- og sjónvarpsatstøðingur ella sum films- og sjónvarpsframleiðslutøkningur.

Sum films- og sjónvarpsatstøðingur hjálpir tú vanliga við ymsum arbeiðsuppgávum, sum knýta seg til framleiðsluna, upptøkur, viðgerð og at fullføra framleiðsluna. Tú lærir eisini at finna og at rætta tøkniligar villur og at samstarva í toymi. Úbúgvingin til films- og sjónvarpsatstøðing tekur 3 ár.

Heldur tú fram at nema tær films- og sjónvarpsframleiðslutøkni-útbúgving, lærir tú meiri sjálvstøðugt at leggja til rættis og skapandi at fullføra framleiðslur. Ábyrgdin er stór og krevur gott innlit og yvirlit. Útbúgvingin til films- og sjónvarpsframleiðslutøkning tekur 5 ½ ár.

Tú mást vera tøkniliga áhugaður og vera hugaður fyri avbjóðingum og eftirútbúgving.

Lærugreinarnar eru tíðindaflutningur, skráfyriskipan, at leggja framleiðslu til rættis, samansjóða miðlaframleiðslu, upptøkutól, ljós, ljóð og redigering (myndstjórna), sjónbandabrot, búskapur, lýsingar, stílur, formur og litir.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir ímillum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um tíðindaflutning, skráfyriskipan, at leggja framleiðslu til rættis, samansjóða, miðlaframleiðsla, upptøkutól, ljós, ljóð og redigering (myndstjórna) og sjónbandabrot. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. búskap, lýsingar, stíl, skap og litir.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • ert skapandi
  • hevur vanliga litsjón
  • hevur áhuga fyri at arbeiða við tøkni
  • dugir at samstarva við onnur
  • dugir at leggja til rættis og at samskipa uppgávur
  • ert hugaður fyri skiftandi arbeiðstíðum og vikuskiftisarbeiði.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving arbeiða flest sum fríyrkisfólk, og er tað tí neyðugt at vera virkin at fáa sambond og arbeiði í vinnuni. Flestu føstu størvini eru á sjónvarpsstøðum.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til vinnuakademiútbúgvinga Marmiðlasniðgeving.

Eisini hevur tú atgongd til professiónsbachelor útbúgvingina:

  • Miðlaframleiðsla og leiðsla (gev gætur serstøk upptøkukrøv)
  • Multiplatform "storytelling" og framleiðsla (gev gætur serstøk upptøkukrøv)
  • Sjónbært samskifti (gev gætur serstøk upptøkukrøv)
  • Sjónvarps- og miðlatilrættislegging (gev gætur serstøk upptøkukrøv)

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingarnar til films- og sjónvarpsframleiðslutøkning eru á 5. stigi í donsku góðskingar­kørmunum fyri lívlanga læru. Films- og sjónvarpsatstøðingur er á 4. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð:

3 - 5½ ár

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark