Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: næmingatíðin byrjar 1. september
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetur freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisakademiútbúgving

Farmakonom

Útbúgvingin fer fram lutvíst á einum apoteki og lutvíst á farmakonomskúlanum í Hillerød í Danmark. Lærlingalønin er sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og sæst her.

Farmakonom merkir heilivágskønur ella ein, sum tryggjar rætta heilivágsnýtslu. Á útbúgvingini lærir tú um heilsu, sjúku, heilivág og um kundaavgreiðslu. Eisini fært tú dygga vitan um medisinsk og heiliráðfrøðilig fak so sum kropsbygnaðarfrøði, sjúkdómalæru og serstaka heiliráðfrøði.

Tú fært vitan um mentanarlig, sosial og persónlig viðurskifti, sum ávirka títt samband við kundan, og eisini fært tú frálæru í sálarfrøði, samskifti og siðfrøði.

Arbeiðsuppgávurnar sum farmakonomur eru m.a. at:

●       vegleiða við dagførdari vitan um heilsu, sjúku og viðgerð

●       samstarva við aðrar fakbólkar um heilivágstænastur og kunning

●       útinna heilsukanningar

●       tryggja framhaldandi rætt vøruúrval

●       undirvísa næmingum

●       vera verkætlanarleiðari

Útbúgving

Útbúgvingin er skipað soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á apoteki og skúlagongd á Farmakonomskúlanum.

Samanlagt er skúlagongdin 23 vikur. Skúlaskeiðini eru skipað, við at 7 skeið eru 3 vikur hvør, og 1 skeið er 2 vikur.

Útbúgvingin inniheldur fimm fakøki, sum eru:

●       heiliráðsfrøði (m.a. kropsbygnaðarfrøði, lívvirkisfrøði og sjúkdómalæra)

●       samfelagsheiliráðsfrøði (m.a. lógarfatan, heilsubúskapur, heilsuframi og sjúkufyribyrging)

●       hugvísindi (m.a. sálarfrøði, etikkur, samskifti og námsfrøði)

●       fyriskipan og leiðsla (m.a. marknaðarføring, søla, arbeiðsumhvørvi og góðskustýring)

●       háttalag

​Lærubøkur og frálærutilfar eru ókeypis.

Upptøkutreytir

Gymnasial miðnámsútbúgving ella heilsurøktari (stig 2), umframt krøv til ávís fak.

Framtíðarmøguleikar

Ein farmakonomur kann starvast m.a. á apoteki, sjúkrahúsi og innan heilivágsídnaðin.

Eftir lokna útbúgving arbeiða flestu farmakonomar í Føroyum á apoteki og eru tí dagliga í sambandi við brúkaran av heilivági og ráðgeva dagliga um rætta nýtslu av heilivági og um sjúkufyribyrging o.a.

Tú kanst eisini arbeiða við m.ø. góðskustýring og eftirliti í heilivágsídnaðinum.

Møguleiki er fyri at taka eftir- og víðariútbúgving, m.a. diplomútbúgving.

Útbúgvingin til Farmakonom er á 5. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Apoteksverk Føroya – www.apotek.fo
Pharmakon – www.pharmakon.dk

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: næmingatíðin byrjar 1. september
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetur freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum