Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:

3 ár 9 mðr. - 4 ár 3 mðr.

Skúlabyrjan:

Kanna nær skúlabyrjan til skúlan á www.ug.dk.
Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, so byrjar tú eftir avtalu við lærumeistaran

Umsóknarfreist:

Kanna umsóknarfreistina til skúlan á www.ug.dk.

Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har tú skalt taka skúlagongdina, kallar teg inn á eitt skúlaskeið.

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Tekniski Skúlin í Klaksvík
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Klaksvík, Danmark
Lærlingaløn:

Snikkari

Tað eru trý sløg av snikkara; bygningssnikkari, maskinsnikkari og møblasnikkari/urgusmiður. Útbúgvingin er snikkað til alt eftir hvørja sergrein tú velur.

Um útbúgvingina

Ein bygningssnikkari lærir um bygging og orku, og fær eina grundleggjandi vitan um at framleiða vindeygu, hurðar, trappur og annað innvúgv til bygningar. Tilfarið er fyri tað mesta træ.

Ein maskinsnikkari fær grundleggjandi vitan um tilfar og útgerð, sum verður brúkt til at programmera, uppstilla og góðskutryggja alskyns maskinur í træ- og møblayrkinum.

Sum møblasnikkari/urgusmiður fært tú grundleggjandi vitan um møblar og innbúgv, og tú lærir um teldustýrdar skipanir innan sniðgeving og framleiðslu av møblum. Sum urgubyggjari fært tú servitan innan framleiðslu av urgum og lærir at seta upp, viðlíkahalda og stemma urgur.

Til ber at taka 1. skúlaskeið á Glasi og á TSK. Snikkarar samlesa við húsasmiðir 1. skúlaskeiðið. Seinnu skúlaskeiðini verða tikin í Danmark.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Skúlagongdin, íroknað eitt sveinaroyndarskeið, er 55 vikur og verður skipað soleiðis:

  • 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og
  • sveinaroyndarskeið, 5 vikur 

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Skúlagongdin er í Danmark. Les meiri um snikkara útbúgvingina og ymsu sergreinirnar á www.ug.dk og leita eftir "Maskinsnedker", "Bygningssnedker" ella  "Møbelsnedker og orgelbygger".

Nær skúlaskeiðini liggja heilt neyvt fæst at vita, tá tú ert tilmeldað/ur danska skúlan.

Løn undir útbúgvingini

Lærlingar fáa fasta løn ígjøgnum lærutíðina, bæði tá teir eru til arbeiðis og tá teir eru í skúla. Minstalønin, sum lærlingur kann lønast eftir, er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan.

Lærumeistarin fær endurrindað part av lønini, sum lærlingurin fær, tá hann er í skúla, við at søkja Yrkisdepilin um endurgjald.

Partarnir hava altíð møguleika at áseta hægri løn. Tá skal hetta eyðmerkjast í sáttmálanum. 

Nýggjastu sáttmálin og lønartalvan eru at finna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum her.

Ert tú í læru hjá eitt nú Landsverk ella øðrum almennum stovni, ert tú lønt/ur eftir sáttmála ímillum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið. Lønartalvan er at finna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum undir Lønardeildini her.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða við ymsum, alt eftir hvørja sergrein tú velur.

Sum bygningssnkikkari arbeiðir tú hjá smærri ella størri snikkara- og timburfyritøkum. Eisini kanst tú arbeiða hjá entreprenørum, innbúgvsfyritøkum og hurða- og vindeygufyritøkum.

Maskinsnikkarar fáa m.a. starv á stórum framleiðslufyritøkum og á verkstøðum.

Innbúgvssnikkarar arbeiða oftast á verkstøðum. 

Urgusmiðir arbeiða í høvuðsheitum við at stemma urgur og at viðlíkahalda kirkjuurgur. 

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst fara undir framhaldsútbúgving.

Nakrar framhaldandi útbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú møguliga ikki lýkur t.d. einstakar lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka antin sum staklærugreinar á miðnámi ella sum ískoytisútbúgving.

Útbúgvingin er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru.  Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Glasir
TSK (Tekniski skúlin í Klaksvík)
Les meiri um útbúgvingina á donsku útbúgvingarvegleiðingini her.

Heimasíðan hjá Yrkisdeplinum, sum umsitur yrkisútbúgvingar, góðkendar í Føroyum er her.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar til lærlingar eru her.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar til læruplássið eru her.

Til meiri og neyvari kunning um framhaldandi útbúgvingarmøguleikar, so kanst seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna her. Eisini kanst tú seta teg í samband við ein av vegleiðarunum á miðnámsskúlunum ella ávísa skúlan tú umhugsar at søkja víðari inn á.

Vegleiðing til útbúgvingar úti í heimi er her.

Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:

3 ár 9 mðr. - 4 ár 3 mðr.

Skúlabyrjan:

Kanna nær skúlabyrjan til skúlan á www.ug.dk.
Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, so byrjar tú eftir avtalu við lærumeistaran

Umsóknarfreist:

Kanna umsóknarfreistina til skúlan á www.ug.dk.

Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har tú skalt taka skúlagongdina, kallar teg inn á eitt skúlaskeið.

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Tekniski Skúlin í Klaksvík
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Klaksvík, Danmark
Lærlingaløn: