Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Tal av upptiknum næmingum: 12

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Bachelor

Lívfrøði

B.Sc.
Bachelor of Science in Biology

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi kunnleika og førleikar til, at arbeiða innan lívfrøði ella halda fram við víðari lestri uttanlands.

Um útbúgvingina

Dentur verður lagdur á føroyska lívfrøði við sínum serstøku fyribrigdum. Tú lærir um plantur og djór, um hvussu hesi liva og hava tillagað seg
umhvørvið. Eisini verður hugt at, hvussu plantur og djór verða ávirkað av menniskjum t.d. við dálking, veðurlagsbroytingum og fiskiskapi. 

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men tekur støði í føroysku náttúruni og teimum plantum, djórum og fólkum, sum liva í Føroyum. Útbúgvingin gevur hollar lívfrøðiligar førleikar.
Fyrstu tvey árini hava tær báðar útbúgvingarnar B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í mýlalívsvísindum felags undirvísing.

Lestrarhálvur og skeið 

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva 

6. 
lestrarhálva 

Fróðskaparhegni,
vísindaástøði
og etikkur

(5 ECTS)

Jørð, hav og luft I

(7,5 ECTS)

Lívevnafrøði

(7,5 ECTS)

Arvalæra

(7,5 ECTS)

Fiskifrøði

(7,5 ECTS)

Havlívfrøði II

(7,5 ECTS)

Støddfrøði og
hagfrøði fyri
lívfrøðingar

(7,5 ECTS)

Vistfrøði á landi

(7,5 ECTS)

Mýlsk kyknu-
lívfrøði I

(7,5 ECTS)

Humanfysiologi

(7,5 ECTS)

Eiturvistfrøði og
dálking

(7,5 ECTS)

Bachelor-
verkætlan

(22,5 ECTS)

Plantur og djór í Føroyum

(7,5 ECTS)

Almenn
og ólívrunning evnafrøði

(7,5 ECTS)

Havlívfrøði I

(7,5 ECTS)

Smáverulívfrøði

(7,5 ECTS)

Aling

(7,5 ECTS)

 

Almenn
lívfrøði

(10 ECTS)

Lívrunnin evnafrøði

(7,5 ECTS)

Rannsóknarætlan
og datagreining

(7,5 ECTS)

Feltskeið
í vistfrøði

(7,5 ECTS)

Jørð, hav og luft 2

(7,5 ECTS)

 

Tað seinasta árið verða tær báðar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð.

Fleiri skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og at fara út í náttúruna. 

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv við støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði á B-stigi. Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-talsstiganum ella 7 eftir 13-talsstiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.

Um miðalpróvtalið ikki er nóg høgt, ber til at søkja um upptøku gjøgnum kvotu 2, har aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi kunnu góðtakast eftir nærri meting. 

Starvsmøguleikar

Við hesi útbúgvingini fært tú møguleika at arbeiða í tí almenna ella tí privata, í alivinnu, í fyrisiting, á granskingarstovnum, í ráðgevingarfyritøkum og í undirvísing.

Framhaldandi útbúgving

Sum B.Sc. í lívfrøði hevur tú eitt fakligt grundarlag til framhaldslestur á master- ella kandidatstigi uttanlands. 

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðaran Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Jónrit Halling, útbúgvingarleiðara, jonrith@setur.fo +298 292554.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya 

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum