Søk um upptøku á Glasir her Søk um upptøku á TSK her
Lestrartíð:

4 ár

Skúlabyrjan:

August, um tú søkir beinleiðis inn á skúla uttan lærusáttmála t.e. inn á Glasir ella TSK.
Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, so byrjar tú eftir avtalu við lærumeistaran

Umsóknarfreist:

15. mars, um tú søkir beinleiðis inn á skúla uttan lærusáttmála t.e. inn á Glasir ella TSK.

Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har tú skalt taka skúlagongdina, kallar teg inn á eitt skúlaskeið.

 

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Klaksvík
Lærlingaløn:

Húsasmiður - timburmaður

Ein timburmaður fæst við at byggja sethús og virkisbygningar og onnur byggiarbeiði.

Arbeiðið fevnir m.a. um gólv, útveggir, takverk og at seta upp formar. Timburmaðurin arbeiðir eisini við at bjálva, klæða, seta vindeygu og hurðar í umframt at seta køkseindir og aðrar lidnar bygningslutir upp.

Um útbúgvingina

Tú fært bæði ástøðiligar og handaligar førleikar og lærir ráðlegging, at loysa seruppgávur, um nýhugsan og at finna loysnir. Eisini lærir tú at ráðgeva og um kundatænastu. Á skúlanum lærir tú eisini um umhvørvi og trygd á arbeiðs­plássinum og hjá kundanum.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Tú hevur hesar lærugreinarnar: 

  1. Amboðslæra
  2. Arbeiðsumhvørvi
  3. Betong og forskalling
  4. Byggipláss
  5. Eldsløkking
  6. Fyrstahjálp
  7. Góðskutilvitan
  8. Hæddarmáta og avseta
  9. Ísetan av hurðum og vindeygum
  10. Konstruktiónir
  11. Snið, skap og litir
  12. Tekning
  13. Tilfarslæra
  14. Trappur, rimaverk og svalar

og hesar almennu lærugreinarnar:

  • Alisfrøði E
  • Enskt E
  • Føroyskt E
  • Støddfrøði E
  • Vallærugrein E

Skúlagongdin, íroknað eitt sveinaroyndarskeið, er 55 vikur og verður skipað soleiðis:

  • 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og
  • sveinaroyndarskeið, 5 vikur 

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum timburmaður eru, at:

  1. hallmáta og hæddarmáta øki, áseta kotur og vatnrættar og loddrættar linjur og velja mátitól,
  2. innrætta eitt byggipláss við atliti at arbeiðsumhvørvi, trygd, gonguvegum, ruskskiljing, veðurviðurskiftum og trivnaðarhentleikum,
  3. luttaka í fyribyrgjandi trygdararbeiði og í fyriskipanini av hesum á arbeiðsplássinum,
  4. lesa vegleiðingar og trygdarvegleiðingar,
  5. gera mongdarútrokningar av tilfari,
  6. gera hondtekningar og skitsur,
  7. samskifta við viðskiftafólk,
  8. meta um dimensiónir, tilfar, amboð og trygdarútgerð,
  9. leggja út undirsløg,
  10. evna til og byggja upp útvegg við klædningi, seta upp klædning á skjøldur og evna til vindskeiðir, úthang og takskegg,
  11. snøra upp, avbinda, evna til, byggja upp yvirtrom,
  12. leggja ymisk sløg av tróðri,
  13. vksla út, seta takvindeygu í og arbeiða við inndekningum til ymisk taksnið,
  14. evna til og leggja skottrennu,
  15. lekta eina yvirtrom til ávís tøk,
  16. evna til takverk við takskeggi og skálkum,
  17. seta í innhurðar og úthurðar og vindeygu við tilsetningum, inndekningum og fugum,
  18. byggja upp og klæða innanveggir,
  19. byggja upp gólv og veggir í einum vátrúmi,
  20. leggja trægólv við parket ella brettum og øðrum líknandi tilfari,
  21. seta upp loft og undirlag til loft,
  22. seta upp fast innbúgv,
  23. vísa ávísan kunnleika til at seta upp trappur, og
  24. umvæla rotskaðar og soppaskaðar.

Harafturat fært tú kunnleika til siðbundna føroyska byggilist, so sum flagtekja og triðingsreising. Eisini ymisk sløg av betongi og innlit í kloak- og rørviðurskifti.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Tað eru tveir hættir at fara undir útbúgving sum húsasmiður. Tú kanst antin:

  • gera sáttmála við arbeiðsgevara, ella
  • søkja inn á skúla

Til ber at taka 1. og 2. skúlaskeið uttan sáttmála, men eftir tað slepst ikki víðari í útbúgvingini uttan at gera sáttmála við arbeiðsgevara. Hevur tú tikið skúlagongdina áðrenn tú gert sáttmála við lærumeistara, verður samlaða sáttmálatíðin stytt við 40 vikunum fyri 1. og 2. skúlaskeið.

Løn undir útbúgvingini

Lærlingar fáa fasta løn ígjøgnum lærutíðina, bæði tá teir eru til arbeiðis og tá teir eru í skúla. Minstalønin, sum lærlingur kann lønast eftir, er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan.

Lærumeistarin fær endurrindað part av lønini, sum lærlingurin fær, tá hann er í skúla, við at søkja Yrkisdepilin um endurgjald.

Partarnir hava altíð møguleika at áseta hægri løn. Tá skal hetta eyðmerkjast í sáttmálanum. 

Nýggjastu sáttmálin og lønartalvan eru at finna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum her.

Ert tú í læru hjá eitt nú Landsverk ella øðrum almennum stovni, ert tú lønt/ur eftir sáttmála ímillum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið. Lønartalvan er at finna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum undir Lønardeildini her.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst fara undir fleiri ymiskar framhaldsútbúgvingar  t.d. byggitøkning, verkfrøði og arkitektur. Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði á miðnámi, sum tú kanst taka sum stakgreinalestur ella við at taka ískoytisútbúgving.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum húsasmiður.

Tey flestu fáa starv í smærri- og miðlastórum byggifyritøkum ella velja at stovna egna fyritøku. Tú kanst vænta at hava skiftandi starvstøð til einstakar uppgávur.

Meiri kunning

Glasir
TSK (Tekniski skúlin í Klaksvík)

Heimasíðan hjá Yrkisdeplinum, sum umsitur yrkisútbúgvingar, ið eru góðkendar í Føroyum er her.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar til lærlingar eru her.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar til læruplássið eru her.

Vegleiðingarportalur til útbúgvingar í Danmark er her.

Til meiri og neyvari kunning um framhaldandi útbúgvingarmøguleikar, so kanst seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna her. Eisini kanst tú seta teg í samband við ein av vegleiðarunum á miðnámsskúlunum ella ávísa skúlan tú umhugsar at søkja víðari inn á.

Vegleiðing til útbúgvingar úti í heimi er her.

Søk um upptøku á Glasir her Søk um upptøku á TSK her
Lestrartíð:

4 ár

Skúlabyrjan:

August, um tú søkir beinleiðis inn á skúla uttan lærusáttmála t.e. inn á Glasir ella TSK.
Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, so byrjar tú eftir avtalu við lærumeistaran

Umsóknarfreist:

15. mars, um tú søkir beinleiðis inn á skúla uttan lærusáttmála t.e. inn á Glasir ella TSK.

Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har tú skalt taka skúlagongdina, kallar teg inn á eitt skúlaskeið.

 

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Klaksvík
Lærlingaløn: